Tíðindi/Greinar
01.10.2024
Tað hevur mangan verið ført fram, at skúlin hevur ilt við at fylgja við tíðini. Hann er ov siðbundin og gamaldags, og tað er helst partvís tí, at fleiri ikki trívast í skúlunum, halda fleiri. At skúlin hevur eina uppfatan av næminginum, ið ikki er í barnahædd, og børnini ikki vera tikin við upp á ráð. Nakað, sum annars er heilt vanligt í nógvum nútíðar barnafamiljum. So, hví verður ikki tað sama gjørt í skúlunum? verður spurt. Tað verður sett spurnartekin ella beinleiðis vandatekin við, at skúlin vil hava 25 næmingar at laga seg til skúlans karmar.
Her eri eg heilt ósamdur. Tað hevur tó einki við einsrættan at gera. Í dagsins skúla verður hvønn tann einasta dag løgd stór orka í at rúma og síggja ymiskleikan hjá næmingunum. Men allir næmingar skulu kunna virka og agera innan skúlans karmar.
Hvat er so ein góður næmingur, og hví er tað so avgerandi, at flokkurin er samansettur av góðum næmingum? Fyrst er at siga, at ein góður næmingur avgjørt ikki altíð er tað sama sum ein fakliga dugnaligur næmingur. Tað snýr seg í stuttum um at virka og agera gagnligt og hóskiligt í skúlanum. Ein góður næmingur kann eitt nú vera ágrýtin og nærlagdur í sínum arbeiði, vera forvitin at læra nakað nýtt, tosa tá tað krevst, siga sína meining, lurta eftir øðrum sjónarmiðum, lata seg føra inn í eitt fakligt evni, lata seg rætta um neyðugt, hava skúlaamboðini klár, koma inn til tíðina, bíða eitt sindur við at fara á ves og nógv, nógv annað. Við øðrum orðum hevur ein slíkur næmingur skilt, hvat skúli er, og hvat krevst fyri at kunna luttaka í og at fáa nakað burtur úr undirvísingini.
Tað hevur verið sagt, at tá nú børnini eru komin til orðanna við døgurðaborðið har heima og tora at siga: “sløkk útvarpið”, sum var óhugsandi fyrr, so eigur skúlin eisini at fylgja við. Børn læra jú, at teirra tørvir hava týdning, og tey hava loyvi at tosa við álvarsamari og klárari rødd.
Men júst tí er tað tess týdningarmiklari, at børnini læra, frá fyrsta degi av, at fara í “næmingakappan”, tá ið tey fara í skúla hvønn morgun. Tí skúlin kann ikki beinleiðis tillaga seg onkran uppalingarhátt heima.
Skúlin er lærustovnur, har næmingarnir ikki minst læra at skriva, lesa og rokna. Fyri at tað skal kunnu eydnast, er alneyðugt, at allir næmingar floksins kunnu hyggja sama veg í senn, og tað er ímóti tí fakliga evninum, sum flokkurin til eina og hvørja tíð er saman um. Tað krevur, at næmingarnir javnan gloyma seg sjálvan og “syngja í kór” fyri at koma á mál fakliga.
Tað kunnu góðir næmingar. Og tá teir gera tað, eydnast undirvísingin. Og er fakligaheitin í lagi, er trivnaðurin oftast eisini í lagi. Tey ganga hond í hond. Tess betri og neyvari fakligheitin er, tess betur trívast næmingarnir. Tað eru mínar greiðu royndir sum lærari í 24 ár.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan