Tíðindi/Greinar

18.10.2017

Bólturin er okkara

Vit eru í Føroyum von at siga, at vit hyggja til grannalondini, tá tað er okkurt, ið vit ynskja í Føroyum. Tá vit siga grannalond, meina vit Danmark. Vit leita okkum til Danmarkar óansæð hvørjar royndir, tey hava gjørt sær. Einasta undantakið er, tá vit skulu tosa um PISA, tá er gott at hyggja til Finnlands, men hvussu við hinum Norðurlondunum? Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eg havi júst verið á eini ráðstevnu í Noregi, har ein av røðarunum var Henrik Asheim; hann er virkandi ráðharri í útbúgvingarmálum fyri Torbjørn Røe Isaksen, sum er í barnsburðarfarloyvi. Hesin ungi ráðharrin segði nakað, ið festi seg hjá mær, og sum eg haldi, at føroysku myndugleikarnir kundu lært nógv av. Hann segði nakað soleiðis:

"Vit eru í ferð við at endurskoða allan fólkaskúlan eftir stóra stríðið. Eitt, sum vit vóru púra samd um, var, at støðan í Noregi skuldi ikki enda sum í Danmark, har man lóggav seg burtur úr kreppuni. Vit vilja heldu søkja semju millum partarnar og endurskoða tað, vit hava. Hetta arbeiðið gongur væl, hóast vit enn ikki eru komin á mál. Vit skulu bara minnast til, at fólkaskúlin kann ikki alt, og tú ert noyddur at velja til og frá."

Hvussu ber tað til, at vit ikki hava hesa hugsan? Eg kundi so ynskt mær, at vit gjørdu okkum okkara egnu hugsanir um fólkaskúlan, heldur enn altíð at hyggja at, hvussu Danmark hevur gjørt. Vit hyggja enn til Danmarkar, sjálvt um danski fólkaskúlin er sindraður, og kommunurnar royna sítt besta at lappa upp á støðuna.

Vit hava so nógvar góðar kreftir, ið vilja skúlanum tað besta. Vit eru ikki altíð samd um, hvussu hetta skal gerast, men tað er ein partur av arbeiðinum. Vit skulu ikki vera samd, tí so flyta vit okkum ikki, men vit mugu duga at kjakast.

Politiski myndugleikin hevur gjørt púra greitt, at fólkaskúlin skal ikki dýrka, men hann skal betrast. Alt skal liggja innanfyri núverandi karmar, men hetta letur seg ikki gera. Tíðirnar broytast, og soleiðis má eisini vera í fólkaskúlanum. Myndugleikarnir mugu sum í Noregi taka samstarv upp, har man ger sær greitt, hvat man ynskir, at fólkaskúlin skal innihalda fyri tær givnu krónurnar. Tað nyttar onki at vilja meiri enn pengapungurin loyvir.

Kanska skulu vit hyggja at Noregi; ikki kopiera teirra ætlan, tí hon er teirra, men hyggja at teirra leisti fyri samráðingum um endurskoðan at skúlanum. Vit mugu sjálv finna loysnir, sum eru góðar fyri okkara skúla. Vit hava besta kunnleikan um fólkaskúlan, lat okkum mynda hann, sum vit ynskja, at hann skal síggja út.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni