Tíðindi/Greinar
31.01.2017
Vit trý fara til hetta tiltak at vita, hvørji kt-rák vit kunnu taka við okkum inn í føroyska skúlan. Vit hava hugsað at leggja upp til eina eftirmeting, har vit saman við NÁM'i, Glasi og øðrum, síggja tiltakið úr ymsum sjónarhornum.
Vit høvdu eisini sum mál at taka upp aftur prát við danska kt-varðafelagið. Vit hava áður umrøtt bæði útbúgving og kt-førleikar læraranna. Tíanverri var áhugin frá dønum ikki stórur. Men vit fingu gott prát við ClioOnline, og tey hava nógv hugskot, ið eisini røkka inn í læraraútbúgvingina. Vit fara nú at vita, hvussu vit kunnu styrkja samskiftið við Clio, og síðani leita vit eftir øðrum norðurlendskum samstarvi - kanska í Íslandi?
Fyrsta dagin á Bett nýttu vit høvið, saman við Formula.fo, at vitja SmartBoard. Har sóu vit nýggja flaggskipið "6000-røðin", ið saman við 4000 og 5000 byggir á skíggja uttan sjónvørpu, og í størri mun letur læraran vísa lidnar undirvísingargongdir. Nú er hugsandi, at lærarin skal gera sær upp aftur betur far um at lata talvuna verða samvirkna, heldur enn, at næmingar sita passivir og hyggja at einum stórum skíggja.
Heilt nógvir básar bjóðaðu fram ymsar loysnir til forritan. Alskyns sløg av tólmennum eru til keyps og í stóran mun arbeiða tey á sama hátt - nógva staðni gongur útbúnaðurin aftur. Sjónligt er, at hugurin er serliga at fanga áhugan hjá yngru næmingunum. Men hóskandi amboð eru eisini til eldru næmingarnar. Skíggjar av ymsum slag, og í ymsum støddum, eru eisini á næstan øllum básum. Tað eru bert heilt fáir básar, ið ikki onkunsvegna hava kt. Við LEGO-mindstorm kunnu vit lata næmingar royna seg í forritan, tó at orka møguliga ikki er til alt FLL-tiltakið.
Samskiftið millum heim og skúla sæst aftur í fleiri forritum, men júst nú er lítil áhugi hjá okkum at granska í hesum tilboðum - tí heima verður jú beinleiðis skipað fyri, at Office365, Outlook og Vitanet skulu avloysa FirstClass.
Fyrilesturin, "A day in life of an educator" um Office365, var livandi og væl lagdur fram. Ungur lærari, saman við mennara greiddu frá OneNote, Class Notebook, Sway, PowerPoint, Office Forms, Educator og Office Mix. Her eru nógvir ymsir lutir, ið lærarar skulu læra seg at nýta komandi skúlaár.
Vónandi verða kt-vørðir skúlaðir at stuðla lærarum at kenna møguleikar í hesum nýggju forritunum. Kt-varðafelagið fer í hvussu er at skumpa undir, at kt-vørðir, lærarar og leiðslur verða skúlaðir sum best beinanvegin. Eingin orsøk er at bíða til skúlaárið 2017/2018, tá ið vit longu vita hvønn veg MMR og NÁM vilja hava okkum at fara.
Á øðrum fyrilestri um at nýta O365 var ein viðmerking um nýggja undirvísaraskipan, har lærarar við kt-førleika stuðla undir tøkniligu vinklarnar til frálæruna hjá øðrum lærara. Við fleiri tímum til kt-vørðirnar, kundu vit latið upp fyri tøkniligari hjálp til námsfrøðiligu avbjóðingina. Í O365 er eisini lættur møguleiki at samskifta um undirvísingina. Kanska fara føroysku lærararnir lættari at senda hvørjum øðrum undirvísingargongdir?
Hands-on tiltakið "Schoolboard - An Office 365 user interface" byrjaði út frá at sett verður upp út frá dátubasuni á skúlanum (Microsoft Power BI). Síðani kann skipast, at tað lærarin leggur til undirvísingina, verður sjónligt hjá næmingunum. Næmingurin avritar sær uppgávuna, loysir og sendir læraranum aftur at fáa viðmerkingar. Hesin parturin er eyka forrit, ið vit møguliga síggja aftur í Vitanetinum saman við O365?
Promethean-framløgan vísti eins og SmartBoard, at framtíðin er glas-skíggi uttan sjónvørpu - telda og hátalarar eru sambygd í eina eind, ið kann setast saman við næminga- og læraraeindum. ClassFlow er ein møguleiki at fyrireika undirvísingargongdir, ið eisini loyva test-møguleika, har næmingur svarar og lærarin kann taka samanum.
Tíðin er komin, at vit skipa eina talvu-verkætlan. Hvørjar talvur hava vit í undirvísingarhøpi - bæði í fólkaskúla, miðnámi og hægri útbúgvingum - og hvussu gangnýta vit amboðini?
Vit mugu taka samvirknu talvuna við í námsfrøðiligu kt-nýtsluna, at vit lata næmingarnar arbeiða við fyrireikaðu undirvísingargongdunum, aftur at forritanini.
Síðani skulu vit fyrireika okkum til framtíðina, at undirvísingarhølið er tykisligt. Lærarar og næmingar fara at sita við hvør sínum brillukassa og flyta okkum inn í økið, har vit eina løtu ferðast á ymsum gongustjørnum og aðra løtu eru vit inni í æðrunum. Einasta okkum tørvar er netsambandið, so kann lærari í Nólsoy samstarva við Giljanes og Argjahamar, og liggur næmingurin sjúkur heima loypur hann fyri tað inn í tykisliga rúmið.
Við ynskjum um spennandi og mennandi arbeiðið, har kt er natúrligt amboð!
Nakrar slóðir til hetta evnið:
www.izak9.com
www.hopspots.dk
wwww.bbc.co.uk./education
Nevndin í KT-varðafelagnum
Bjørg Akraberg Poulsen
Tórhallur Simonsen
Jákup av Skarði
Savnsmynd: Rannvá Egholm
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan