Tíðindi/Greinar
12.07.2019
Føroya Lærarafelag hevur síðstu tíðina arbeitt við at gera eina mannagongd um hesi viðurskifti, og arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at skúlarnir væntandi fáa mannagongdina fyrst í komandi skúlaári. Á álitisfólkadegnum var høvi hjá álitisfólkunum at gera viðmerkingar til mannagongdina, soleiðis at hon verður so góð sum gjørligt. Eftir er nú at snikka hana til, og so fáa skúlarnir hana.
Hví er neyðugt við einari slíkari mannagongd, kann onkur freistast at spyrja? Ja, tað er ein góður spurningur, tí kanska er tað ikki tað fyrsta, sum rennur einum í huga, at lærarar uppliva hóttanir og harðskap. Sjálvandi er tað ikki soleiðis, at lærarar dag og dagliga uppliva slíkt, tíbetur, men tíverri er tað nakað, sum hendir av og á. Tá er gott at hava eina mannagongd at styðja seg til, so at øll vita, hvussu skal farast fram. Tá ið slíkar støður knappliga stinga seg upp, er ikki altíð so lætt at vita, hvat hvør ger. Hvussu fara vit við viðkomandi, sum hevur verið úti fyri einari keðiligari støðu við harðskapi, hvør tosar við hvønn, hvat gera beint nú og so framvegis.
Mannagongdin er ikki ein endalig uppskrift, tí eingin støða er líka, og skúlarnir kunnu sjálvandi laga hana til, sum teimum lystir. Tó ivist eg onga løtu í, at hon er ein kærkomin hjálp, tí tað er altíð gott at hava okkurt at taka støði í.
Ein mannagongd um hóttanir og harðskap fer neyvan at fáa hesi fyribrigdi at hvørva, men tað er heilt vist gott at vera fyrireikaður upp á slíkar støður. Limir í Føroya Lærarafelag venda sær av og á til felagið, tí teir hava upplivað ymiskt, sum kemur undir hóttanir og harðskap. Mannagongdin kann vera góð at hava eitt sum grundstøði, sum skúlin kann so kann arbeiða útfrá.
Ein partur av mannagongdini er, at tilburðirnir verða skrásettir. Sum er hava vit eingi hagtøl hesum viðvíkjandi, so tað í sjálvum sær er eisini áhugavert at síggja. Í staðin fyri bara at hyggja at grannalondum okkara, kunnu vita neyvari vita, hvat tað er, vit í veruleikanum tosa um, og ikki bara gita. Og síðst, men ikki minst, ger ein tílík mannagongd, at øll eru klár, tá ið onkur tilburður hendir. Júst sum gamla orðatakið sigur: Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin!