Tíðindi/Greinar

06.03.2023

Barn úr fjarskotnum landi í durunum. Hvat gera vit?

Veit um fleiri útlendsk børn, sum í dag ganga í skúlum í høvuðsstaðarøkinum, ið hava stórar atferðartrupulleikar, umframt at tey tosa eitt mál, sum eingin skilir. Hetta er sjálvsagt ein heilt óhaldbar støða bæði fyri barnið sjálvt, restina av flokkinum, skúlan annars og ikki minst fyri lærararnar. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað verður støðugt tosað og kjakast um serligan tørv í dagsins skúla. Tað eru tørvir av øllum handa slagi, sum skúlar og avvarðandi myndugleikar, sum best royna at ganga á møti. At allir avvarðandi partar innan skúlagátt, ikki minst Undirvísingarstýrið, støðugt hava eygu og oyru opin um, hvat fer fram á skúlaøkinum, ikki minst á serøkinum, er alneyðugt. Tí tørvir og viðurskifti sýnast støðugt at broytast bæði í vavi og skapi, og skúlin má fylgja við samsvarandi. At lata okkum tøla av, at vit eru so lítil og hava so nógvar, meira og minni, lítlar skúlar, eiga vit sjálvsagt ikki. Tað er bara spurningur um vilja og hugburð at gera neyðugar batar.  

Í Skúlablaðnum, sum kom út herfyri, bleiv sjóneykan serliga sett á skúlaaftran. Orsøkirnar til, at børn ikki koma í skúla, kunnu vera sera ymiskar, verður nevnt í blaðnum. Alt frá meira og minni stórum sálarligum avbjóðingum til vanligt skulk. Hesi seinnu nokta bara at koma í skúla, vilja heldur hanga úti við vinum ella spæla teldu. Foreldrini makta tey helst ikki. Annars gott at síggja, at sertilboðið hjá Runavíkar Skúla, júst til hendan bólkin, riggar væl. Meira av hasum kring landið, kundi ein sagt.

Men á einum øki sýnast avbjóðingarnar støðugt bara at vaksa, og neyðug tiltøk vera ofta bara partvís sett í verk. Tað eru børnini, sum koma higar úr øllum heimsins heraðshornum. Sum kunnugt hevur tilflytingin til landið verið sera stór seinastu nógvu árini. Einki skeivt í tí. Oftast góð og heilt neyðug útlendsk arbeiðsmegi, sum hevur víðkað nógvar fløskuhálsar innan fleiri arbeiðsøki og er tískil eisini við til at skapa stór virði her á landi. Men ímeðan tað oftast er skjótt at fáa tingini at rigga á arbeiðsmarknaðinum, kann uppgávan vera væl meira møtimikil í skúlunum. Á arbeiðsmarknaðinum ella í fótbólti er tað stórt sæð líka mikið, um tú tosar franskt, spanskt, rumenskt ella føroyskt, um tú skal negla eitt bretti fast ella gippa ein bólt fram til ein áleypara. Talumálið er ikki tað avgerandi tá. Men tað er tað so sanniliga í skúlunum. Nógvir lærarar eru hart sperdir, tí fleiri og fleiri útlendsk børn brádliga koma í teirra flokk. Hetta er ofta sera avbjóðandi. Børnini koma við foreldrunum, sum eru komin her í ítrótta- ella arbeiðsørindum. Vit skulu sjálvsagt gera, hvat vit kunnu fyri at hjálpa hesum børnum, men umstøðurnar hjá læraranum, og skúlanum annars, mugu tillagast samsvarandi. Eitt er, at fleiri av hesum børnum koma úr londum, har enskt ikki er vanligt. Børnini úr eitt nú Mið- og Suðuramerika tosa sum kunnugt spanskt ella portugisiskt, og tey úr Afrika tosa ofta franskt ella okkurt staðbundið mál. Vit fáa harvið ikki samskift við tey, ella tað er sera trupult. Tað sama er oftast galdandi fyri tey asiatisku børnini. Umframt hetta eru ofta stórir mentanarmunir. At koma úr einum fátøkum landi við ongari vælferð, til okkara mál og mentan, kann ikki altíð vera lætt. Men avbjóðingarnar kunnu vera størri enn so. Veit um fleiri útlendsk børn, sum í dag ganga í skúlum her í høvuðsstaðarøkinum, ið hava heilt stórar atferðartrupulleikar, umframt at tey tosa eitt mál, sum eingin skilir. Hetta er sjálvsagt ein heilt óhaldbar støða bæði fyri barnið sjálvt, restina av flokkinum, skúlan annars og ikki minst fyri lærararnar. Støðan kann skjótt gerast álvarsom, tí lærarin er at kalla í eini vónleysari støðu, tí lítil og eingin hjálp er at heinta.

Ein flokkur tolir ikki so ógvusliga broyting. Børnini kunnu skjótt broyta atferð frá at vera spent, hugað, glað og føla seg trygg, til at føla seg bangnan, ótryggan og missa hugin til skúla og møguliga ikki koma í skúla. Lærarin er mitt í rokinum, men fær lítið og einki gjørt. Foreldur byrja at gera vart við støðuna, sum versnar spakuliga. At enda orkar ella tímir lærarin ikki meira og blakar frá sær. Hvør nýggjur lærari ynskir at koma í hansara stað? Hetta má og skal ikki henda í dagsins fólkaskúla.

Tað er neyvan heilt lætt at koma hesum avbjóðingum til lívs. Men okkurt munagott má gerast. Bara at siga “Skúlin fyri øll” og halda, at alt “greier sig i sjøen”, er ábyrgdarleyst.

Vit hava, sum er, einar 13 serflokkar í landinum til børn við serligum tørvi, og teir hava gott orð á sær. Eisini hoyrist um móttøkuflokkar fyri ukrainsk børn, ið ljóðar sum eitt gott tiltak. Møguliga skulu vit hava nakað líknandi fyri børn úr fjarskotnum londum. Spansktalandi børn fyri seg, tey fronsku fyri seg osv., ella hvussu tað skal skipast. Tað mugu vit finna útav. Eitt er vist, vit kunnu ikki bara grýta hesi børnini inn í ein vanligan flokk og halda, at alt fer at laga seg. Hevur barnið harafturat stórar atferðartrupulleikar, kann tað í ringasta føri syndra ein flokk. Her mugu avvarðandi mynduleikar gera okkurt munagott, tí avbjóðingin gerst ikki minni.            

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni