Tíðindi/Greinar

25.04.2018

Aðalfundurin er góð grund at byggja á

Tað eru fleiri mál, ið Mentamálaráðið og Lærarafelagið mugu umrøða skjótt og uttan fyri samráðingar.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag var í Læraraskúlahøllini leygardagin 21. apríl. Á aðalfundinum vóru oman fyri 250 limir møttir. Tað er gott, tí aðalfundurin er staðið, har limirnir eiga at hittast. Hetta vísir breiðan áhuga fyri fakfelagnum millum limirnar. Lærarafelagið hevur eina langa og ríka søgu. Søguliga grundin, saman við einum orvaknum limaskara, ber boð um ein sterkan felagsskap. Eitt fakfelag, ið vit kunnu rokna við.

Afturat aðalfundinum vóru áhugaverdar røður og framløga. Í ár førdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fram røðu, og Heini í Skorini var gestarøðari. Á degnum legði Lesikanningarbólkurin eisini úrslitini fram frá nýggju og sera áhugaverdu kanningin um lesing hjá fólkaskúlanæmingum.

Mongu seinni árini hevur landsstýrisfólkið í Mentamálum røtt á aðalfundinum. Tað er gott, at landsstýrisfólkið gevur sær stundir at vitja og røða á aðalfundinum. Tað er gott at møta mentamálaráðharranum og hoyra ætlanirnar hjá ráðnum við fólkaskúlanum.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni á aðalfundinum var góð og viðkomandi. Serliga væl dámdi mær at hoyra, at Mentamálaráðið ikki ætlar nakra kollvelting av fólkaskúlanum, og søguna um næmingin, ið fekk jólakort frá læraranum. Søgan var ein viðurkenning av týdninginum lærarin hevur fyri trivnaðin og menningina hjá hvørjum einstakum næmingi og ein ávísing av týdninginum fólkaskúlin hevur í samfelagnum.

Røðan eggjaði eisini til samstarv millum Mentamálaráðið og Lærarafelagið, og tað er gott, tí samstarvið og arbeiðið í tí stilla førir til flestu og ofta bestu úrslitini. Mentamálaráðið er í eini umskipingartíð. Fólkaskúlin er nú undir nýggja Undirvísingarstýrinum. Nýggi stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, byrjar í nýggja stjórastarvinum nú 1. mai. Eg ynski Hjalmari góða eydnu í starvinum, og vóni at hann finnur tíð til Lærarafelagið.

Tað eru fleiri mál, ið Mentamálaráðið og Lærarafelagið mugu umrøða skjótt og uttan fyri samráðingar. Eitt eru lærarar, ið røkja útbúgvingarkrevjandi uppgávur, ið arbeiða undir ógreiðum umstøðum. Ein partur av hesum er semjan frá samráðingunum um KT-vørðir. Avtalað varð, at Mentamálaráðið skuldi fáa gongd á 3 partaarbeiðið við kommunurnar og Lærarafelagið um nýggja skipan fyri KT-vørðir. Lærarafelagið hevur havt fyrireikandi fund við KT-vørðir, vónandi koma arbeiðsboð skjótt úr ráðnum, so ein skipan verður klár sum avtalað 1. januar í 2019.

So takk øll fyri ein góðan aðalfund. Ein aðalfund, ið er góð grund at byggja á í arbeiðinum millum limir og nevnd í Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið, fram ímóti einum enn betri fólkaskúla.

Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni