Tíðindi/Greinar

09.04.2024

Aðalfundur, fólkaræði og framtíð

Fyri mín part má eg ásanna, at eg ikki kenni meg lidnan í fakfelagsarbeiði. Eg vil og vóni at sleppa at halda fram í nevndini, tí tað er nógv, sum eg meti, vit skulu arbeiða við. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Um góðar tvær vikur, 20. apríl, verður aðalfundur Føroya Lærarafelags.
Hyggja vit í viðtøkur felagsins, sæst í grein 10: Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Tað hevur stóran týdning, at vit lærarar møta til aðalfund, tí tað er her, at avgerðir verða tiknar.

Síðan eg varð liðugur á Læraraskúlanum í 2017 og seinni hetta sama ár byrjaði at arbeiða sum lærari, havi eg, hvørt ár, glett meg til aðalfundin. Eg havi glett meg at hitta fyrrverandi floksfelagar, starvsfelagar úr øðrum skúlum, fyrrverandi lærarar og ikki minst at hoyra og kjakast um tað, sum liggur okkum øllum so nær. Nevnliga føroyska fólkaskúlan. Hvat riggar, hvat kann gerast øðrvísi.

Í 2022 var eg so heppin, at eg varð valdur inn í nevnd Føroya Lærarafelags.
Eg kenni meg hepnan, at eg havi havt møguleika at umboða áleið 800 limir saman við eini góðari, sjónligari og sterkari nevnd.

Hyggi eg aftur á tvey tey seinastu árini er nógv komið burturúr. Ítøkiliga kunnu vit eitt nú vísa á hesi dømi:
- Vit hava eitt nú verið til drúgvar samráðingar, sum góvu okkum eitt fínt úrslit. Vit fingu m.a. eina hampiliga lønarhækkan á 12,70% yvir trý ár. Gleðiligt fyri okkum øll, tí við inflatiónini, ið hevur verið seinastu tíðina var hetta til trongt. Men enn eru vit ikki komin á mál.
- Vit hava bundið okkum til at arbeiða fyri, at lærarin skal lønast fyri arbeiði, lærarin ger. Her hugsi eg um fundir, skriv o.a., sum ikki beinleiðis er partur av undirvísingini.
- Vit hava skipað fyri tiltøkum fyri tykkum limir, nú Lærarafelagið fylti 125 ár.  Vit hava verið sera sjónlig og ferðast ímillum limir okkara. Hetta hevur dámt okkum sera væl. Hetta eiga vit framhaldandi at gera. Tí limir eru týdningarmiklasti liðurin í einum fakfelag.
- Eg síggi fyri mær, at vit í framtíðini gerast enn sjónligari. Vit eiga at koma á pallar, har lærarar ferðast hvønn dag. Eisini hava vit bundið okkum at gera starsvsetanirnar hjá limum okkara betri. Eitt nú við at tryggja okkum, at tað ikki eru so nógv tíðaravmarkað størv.

Tvey ár eru gingin skjótt, men tað er væl skilligt, tá so nógv hevur verið á skránni og so nógv er fingið av skafti.
Fyri mín part má eg ásanna, at eg ikki kenni meg lidnan í fakfelagsarbeiði. Eg vil og vóni at sleppa at halda fram í nevndini, tí tað er nógv, sum eg meti, vit skulu arbeiða við. Vit skulu m.a. gera flokslæraran eftirspurdan. Hann skal lønast við tímum og krónum fyri tað arbeiði, ið hann ger. Leikluturin er broyttur munandi seinastu árini, men hvørki tímar ella krónur fylgja við.

Vit skulu tryggja okkum at vit fáa virðiligar umstøður at gera tað arbeiði, sum vit hava útbúgvið okkum til.
Hetta er okkurt av tí, sum eg vóni, at eg sleppi at seta fingramerki á, áðrenn mítt tíðarskeið sum nevndarlimur í Føroya Lærarafelag er av.

Vit vita longu nú, at tað verður nevndarval á komandi aðalfundi. Hetta er gleðiligt. Aftrat mær sjálvum eru tað tveir aðrir lærarar, ið bjóða seg fram.

Tað, at lærarar bjóða seg fram, er gleðiligt. Tað merkir, at áhugi er fyri at gera yrkið og umstøðurnar betri.

Tá val er, vita vit, at tað er fólkaræðið, ið sigrar. Hetta skulu vit øll fegnast um. At vit í einum fakfelag hava eitt sterkt umboðað fólkaræðið, sum virkið møtir upp og er við til at taka avgerðir, sum koma at ávirka allar lærarar, sum eru limir í felagnum. Fólkaræðið tryggjar okkum rættvísi.

Eg gleði meg at hitta nógvar lærarar til aðalfundin og ynski hinum báðum valevnunum bestu eydnu við valinum.


 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni