Tíðindi/Greinar

05.06.2019

Avtala um arbeiðsdagar eftir síðsta skúladag

Vónandi taka lærarar og leiðslur væl ímóti hesum broytingum, tí Mentamálaráðið vil geva okkum betri umstøður at ráðleggja skúlaárið og at samstarva. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Sunnudagin skrivaðu Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið undir avtalu um arbeiðsdagar eftir síðsta skúladag. Komandi skúlaár verða nakar broytingar í arbeiðsviðurskiftinum hjá okkum, sum arbeiða í skúlunum kring landið. Ein av hesum broytingum verður, sum lýst í rundskrivi frá landstýriskvinnuni 30. mai, at næmingarnir vera í skúla 193 dagar, ímeðan lærarar og leiðslur verða í skúla 198 dagar.

Hetta fyrsta skúlaárið, við broytta dagatalinum, liggja arbeiðsdagarnir eftir síðsta skúladag t.v.s. 22. til 26. juni 2020. Fylgjandi árini verður møguleiki at leggja nakrar dagar í juni og nakrar í august.

Undanfarin ár hevur trýst verið á virksemisætlanini, og lærarar eru farnir at undirvísa fleiri tímar. Tí hevur tað havt stóran týdning, bæði fyri okkum í felagnum og fyri Mentamálaráðið, at finna eina góða loysn, soleiðis at broytingin verður skrásett. Avtalan er, at 40 tímar verða skrásettir til hetta arbeiðið. Tá ongar broytingar verða á øðrum økjum, t.d.  í rættiniðurksurði, flokslærararbeiði, savnsrøkt og annað, er hetta ein góð avtala, sum verður eftirmett í mars 2021 og aftur í mars 2022.

Lærarar og leiðslur fáa møguleika at leggja nakrar góðar arbeiðsdagar til rættis. Møguleiki er at arbeiða við tí, sum hevur týdning fyri einstaka skúlan, einstaka læraran, einstaka toymið, ella tað, sum lærarar og leiðslur meta hevur gagn fyri skúlan á ein ellan annan hátt. Eisini kunnu skúlar velja at samstarva um eitthvørt, t.d. kunnu lesivegleiðarar úr einum øki brúka ein dag saman. Hetta er so ein partur av teimum 40 tímunum.

Vónandi taka lærarar og leiðslur væl ímóti hesum broytingum, tí Mentamálaráðið vil geva okkum betri umstøður at ráðleggja skúlaárið og at samstarva. Møguleiki er millum annað at brúka dagarnar til eftirmeting og ráðlegging, skeið, námsfrøðiligar evnisdagar, starvsfólkamenning og samansjóðing. Sostatt hava vit við hesum fingið betri møguleikar at samskipa okkara arbeiði. Vit fáa heilar dagar, sum kunnu brúkast at leggja arbeiði til rættis. Ikki tí at lærarar vanliga ”ikki” hava lagt skúlárið til rættis, áðrenn skúlabyrjan. Vit hava nú møgurleika at gera hetta í felag, og hesin møguleikin fyri betri samstarvi enn undanfarin ár verður vónandi ein vinningur fyri okkum øll.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni