Tíðindi/Greinar

25.09.2019

Avbjóðingar og trupulleikar á umsorganarøkinum

Umsorganarøkið tykist at hava ein støðugt, vaksandi trupulleika við nógvum starvsfólkum, ið ikki støðast og gerast strongd. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Nevndirnar í Fakfelagssamstarvinum hittust í seinastu viku, har vit í ein hálvan arbeiðsdag høvdu framløgur, fyrilestrar og kjak um eitt nú sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Sálarfrøðingurin, Suni Poulsen, hevði eina framløgu og legði upp til, at vit settu orð á ymiskt hesum viðvíkjandi – og skjótt fór tað at snúgva seg mest um strongd, orsøkir til strongd, og hvussu vit sum samfelag - og eisini sum feløg - á bestan hátt kunnu styðja okkara limum.

Ein keðilig gongd er, at tað er á almenna arbeiðsmarknaðinum, at alsamt fleiri sjúkrameldingar eru orsakað av ivasomum arbeiðsumstøðum; innanhýsis arbeiðsósemjum millum starvsfólk; stríð millum leiðslu og starvsfólk; og trýst útifrá.

Ógjørligt er at nágreina, hvør hevur ábyrgd av støðugt vaksandi sjúkrameldingunum. Júst hetta elvdi til drúgvt orðaskifti. Er tað bert arbeiðsumstøður blandað við trupulleikum í tí privata, sum ger, at tað kókar yvir hjá tí einstaka? Er tað hvør einstakur, ella er tað í summum førum leiðsluhátturin, ið elvir til strongd?

Nevndarumboð frá øllum hinum fakfeløgunum umrøddu stórar avbjóðingar við teimum mongu starvsfólkunum, sum eru niðurkoyrd av keðiligum arbeiðsumstøðum. Serliga óheppið tykist tað at vera innan serøkið, sum í summum førum hava ov nógv lið upp til leiðsluna. Fjarleiðsla og nógv løg og lið ørkymlar tað starvsfólkið, ið hevur brúk fyri hjálp og práti á staðnum. Henda leiðsluskipanin viðførir eisini, at leiðsla ikki sær, hvussu gerandisdagurin er hjá starvsfólkunum.

Føroya Lærarafelag fær eisini javnan ymisk persónsmál inn um gáttina, har vit fáa onkrar nágreiniligar orsøkir at vita. Tó fáa vit ikki kunning um allar slíkar sjúkrameldingar, sum hava við tað sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera.

Umboð fyri Arbeiðseftirlitið nevndi nevniliga á tiltakinum hjá Fakfelagssamstarvinum, at tey at kalla onga fráboðan fáa um sokallaðar sálarligar arbeiðsskaðar. Tey heita á leiðslur og fakfeløg at boða Arbeiðseftirlitnum frá slíkum støðum, soleiðis at myndugleikar fáa greitt at vita, at talan her er um ein veruligan trupulleika á umsorganarøkinum.

Fakfelagssamstarvið er beinleiðis orsøkin til, at Arbeiðseftirlitið nú hevur ein arbeiðssálarfrøðing, sum veitir kunning, arbeiðsmetingar og ráðgeving um sálarligt, sunt arbeiðsumhvørvi.

Eitt gylt høvi hjá arbeiðsplássum og skúlum er at gera eina arbeiðsmeting (skjøl og kunning á arb.fo), sum lýsir trivnaðin og arbeiðsumstøðurnar hjá øllum starvsfólkum. 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni