Tíðindi/Greinar

13.06.2023

Auf Deutsch, bitte!

Næmingarnir, sum hava havt týskt í fólkaskúlanum í tvey ár, hava nú fingið ein grundleggjandi førning í týskum, sum teir so kunnu brúka á sínari lívsleið, sama hvat teir so fara í holt við. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Summarið er av álvara komið, og í fólkaskúlanum verður rokast við alt møguligt. Í yngru flokkunum eru setursskúlar og annað spennandi á skránni, og í hádeildini fylla próvtøkurnar nokk so nógv.

Bíðað verður altíð í spenningi eftir, at próvtøkulærugreinirnar skulu blíva kunngjørdar, og loksins var so greitt, at próvtøka skuldi vera í munnligum týskum í 9. flokki. Leingi hava týsklærarar bíðað og væntað, at farið varð upp í próvtøku í týskum aftur, og í ár varð tað so. Tak meg ikki í tí, men tað munnu vera umleið 10 ár síðani, at tað hendi seinast.

So seinastu dagarnar hava týsklærarar kring landið samskift dúgliga. Próvtøkurnar skuldu leggjast til rættis, og tilfar skuldi finnast fram aftur, og kanska eisini støvast av, og lagið hevur verið gott. Samstarvið læraranna millum hevur verið av tí allarbesta, og alt hevur gingið upp á stás. Summir lærarar hava longu ført sínar flokkar upp, og aðrir skulu í holt við tað í hesari vikuni.

Sjálvur havi eg ført ein 9. flokk upp, og tað hevur verið hugaligt at síggja, hvussu hugagóðir næmingarnir hava verið. Teir tóku próvtøkuna í størsta álvara. Sjálvandi hevur eitt sindur av fjáltri verið á summum, men tað er ikki óvanligt, tá ið próvtøka er á skránni. Næmingarnir gjørdu sítt besta, og úrslitið var, sum tað átti at vera.

Næmingarnir, sum hava havt týskt í fólkaskúlanum í tvey ár, hava nú fingið ein grundleggjandi førning í týskum, sum teir so kunnu brúka á sínari lívsleið, sama hvat teir so fara í holt við. Hesir næmingar høvdu valt sær týskt, og tað er gott, at tað í skúlaskipan okkara ber til at læra seg ymisk mál. Næmingar, sum eru áhugaðir í máli, skulu sjálvandi sleppa læra seg nýggj mál og at menna sínar málsligu førleikar. Eitt nýtt mál letur hurðar upp og víðkar eisini sjónarringin. Og teir næmingar, sum hava týskt í fólkaskúlanum, hava í grundini fingið grundleggjandi kunnleika í einum heimsmáli, sum yvir 100 milliónir fólk tosa. Tað er ikki einki.

Nú er próvtøkutíðin farin at halla, og sjálvt um tað var langt síðani síðst, at týskt var próvtøkulærugrein, gekk tað væl. 10 ár er nokk so long tíð, og betri hevði verið, um lærugreinin týskt við jøvnum millumbilum var próvtøkulærugrein eins og hinar lærugreinarnar. Tað hevði verið betri fyri bæði næmingar og lærarar, og óivað verður tað soleiðis frameftir.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni