Tíðindi/Greinar
10.01.2017
Í greinini skrivar hon nøkur dømi um, hvussu foreldur kunnu hjálpa sínum børnum gjøgnum tær avbjóðingar og ósemjur, sum tey møta í gerandisdegnum. Svarið er, at vit hjálpa best við ikki at blanda okkum, ella í hvussu er ikki beinanvegin. Børnini mugu fyrst royna sjálv.
Vit møta júst hesi avbjóðing dagliga í skúlanum. Tað eru alt ov nógvir næmingar, ið ikki megna at fara í holt við eina torføra uppgávu, tí ongin sigur teimum, hvat tey skulu gera. Tey ynskja, at lærarin sigur teimum neyvt, hvat skal gerast. Tað kemur teimum ikki til hugs at royna fyrst fyri at finna útav, hvat tey duga, fyri síðani at vera før fyri at seta ein neyvan spurning inn til tað, sum tey eru steðgað upp í. Lærarin er sjálvandi virkuliga býttur, tí hann ikki vil siga beinanvegin, hvussu alt skal gerast, hann skal helst eisini geva svarið.
Men hvussu menna vit henda førleika hjá næmingunum? Ja, tað er við, at vit lærarar leggja av at hjálpa næmingunum ov nógv. Vit mugu geva teimum avbjóðingar, ið liggja eitt sindur frammanfyri, hvat tey megna, men samstundis eisini geva teimum uppgávur, sum teir ikki hava nakrar trupulleikar við. Hesin arbeiðsháttur merkir, at lærarin til tíðir eru virkuliga býttur, men soleiðis er tað bara.
Veruleikin hjá øllum næmingum er, at tey frá 4. flokki skulu til roynd. Tá standa tey á egnum beinum. Vit gera teimum eina bjarnatænastu við ikki at vera tann harði. Ein av uppgávunum hjá okkum er at læra næmingarnar at hugsa og meta um sjálvir. Tað eru tey før fyri, tey skulu bara fáa at vita, at tey skulu loysa uppgávuna sjálv uttan hjálp.
Tá vit vóru á skeiði í fakligari lesin,g var eitt av gullkornunum, sum eg hefti meg við, hetta: ”lær næmingin at seta orð á, hvat hann ikki dugir, tá hann biðjur um hjálp”. Hetta hevur mangan verið mær hent, tá eg havi lyndi til at fella í grøvina at svara beinanvegin, tá spurt verður. Næmingurin lærir ótrúliga nógv við sjálvur at hugsa um, hví hann er steðgaður upp.
Tað eru nógv faklig mál, ið næmingarnir skulu røkka gjøgnum skúlagongdina, men vit mugu ongantíð gloyma, at tað eru onnur mál eisini. Eitt av hesum er strategiir, og eftir mínum tykki, er hetta ein týdningarmikil partur av læring, ið vit ongantíð mugu gloyma.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan