Tíðindi/Greinar

05.01.2022

At brenna fyri uttan at brenna út

Menniskjað handan læraran er týdningarmesta amboðið, eitt amboð, sum man ikki kann leggja eftir heima. Eitt amboð, sum ansast skal eftir eins og amboðini í amboðskassanum hjá timburmanninum. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags

Ein yvirskrift á seinasta álitisfólkadegi hjá Føroya Lærarafelag var: “At brenna fyri uttan at brenna út”. Hetta snúði seg um, hvussu man megnar sítt arbeiði, har man sum persónur er týdningarmesta amboðið. Eitt arbeiði, har man dagliga skal samskifta við og um menniskju. Eitt starv, har allir sansir eru í brúk dagliga.

Nú er jólafrítíðin júst farin aftur um bak, eitt kærkomið andarhald, serliga eftir enn eini koronaherðindi. Eg eri tó bangin fyri, at fleiri lærarar hava brúkt jólaferiuna at hugsa skúla og næmingar, ikki alla feriuna sjálvandi, men ein part. Hvat skal eg leggja dent á, hvat tilfar kann eg brúka, hvussu skal eg skipa undirvísingina, so at eg røkki ávísum næmingum o.s.fr. Hetta verður javnan gjørt, tí tað er ógjørligt at leggja arbeiðið neyvt til rættis við ársbyrjan.

Týdningarmesti boðskapurin í fyrilestrinum á álitisfólkadegnum var, at vit mugu kenna okkum sjálv so mikið væl, at vit vita, nær vit løða okkum battaríini, og nær vit avløða tey. Menniskjað handan læraran er týdningarmesta amboðið, eitt amboð, sum man ikki kann leggja eftir heima. Eitt amboð, sum ansast skal eftir eins og amboðini í amboðskassanum hjá timburmanninum. Timburmaðurin er rættiliga hjálparleysur uttan amboð, somuleiðis er við lærarunum; uttan at vera væl fyri er ringt at hanga í og vera virkin. Tá menniskjað handan læraran ikki orkar meira, er ikki møguligt at taka eitt annað í brúk, tíð skal til fyri at koma fyri seg og megna starvið aftur.

Er hetta tó nakað, ið lærarin hugsar nógv um? Tað er tann brennandi spurningurin; tað eru fleiri lærarar í dag, sum brenna út, enn fyri 10 árum síðani. Hetta er tekin um, at tað eru umstøður, ið ikki eru nøktandi, soleiðis at lærarar hanga í, til teir ikki orka meira, tí hvør er tað, sum er við sviðusoð, um lærarin ikki er til staðar? Jú, tað eru næmingarnir. Hetta ger, at nógvir lærarar strekkja seg langt uttan at hugsa um, hvørjar fylgjurnar eru. Tað er avgjørt ein fyrimunur at hava eitt lætt sinni, kanska enntá siga hesi kendu orð av og á: Guð gev mær sálarfrið at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, dirvi at broyta tað, ið eg kann, og vísdóm at kenna mun. Men tað er neyðugt at vita, hvat orkan skal brúkast til, og hvat hon ikki skal brúkast til.

Lærarar hava eitt starv, ið teir brenna fyri; tí er vandi fyri, at brenna út. Hava lærarar og arbeiðsgevarin ikki hava eitt vakið eygað fyri starvsfólkarøkt, er vandi fyri, at siglt verður av kós. Tí er neyðugt at seta sær sum mál, at starvsfólkarøkt fær høga raðfesting í fólkaskúlanum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni