Tíðindi/Greinar

15.08.2022

Arbeiðsumhvørviskanningar møguliga gongda leiðin

Arbeiðsplássmetingar kunnu geva okkum svar ella ábendingar um, hvat vit eiga at arbeiða við á júst okkara skúla. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu árini arbeitt við, hvussu vit í Føroyum kunnu gera arbeiðsplássmetingar. Vit hava ikki siðvenju á økinum, og tí er tað helst nakað trupult at fáa gongd á hetta arbeiðið. Vit eru ikki von við, at mett verður um, hvørt arbeiðspláss eru góð ella ikki. Oftast hoyra vit um hesar kanningar, tá ið trupulleikar hava stungið seg upp.

Møguliga kunnu arbeiðsplássmetingar vera til nógv størri gagn, enn vit halda, tí tað er ikki einans spurningur um, hvørt arbeiðið verður skipað nóg væl, ella um leiðslan megnar at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi. Tað er ikki onkur annar á arbeiðsplássinum, sum skal skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, men vit hava í felag ábyrgd av tí umhvørvinum, vit arbeiða í.

Í Danmark er álagt øllum arbeiðsplássum at gera arbeiðsplássmetingar annað hvørt ár. Hetta ger, at tey regluliga arbeiða við arbeiðsumhvørvinum, bæði fyri at fyribyrgja, men eisini fyri at menna arbeiðsumhvørvið.

Ofta verður hugt at fráveru hjá starvsfólki, tá ið vit ivast í, um arbeiðsumhvørvið er gott ella nøktandi. Frávera kann hava nógvar ymiskar orsøkir, tær eru ikki altíð bundnar at arbeiðinum. Kanningar vísa tó, at um tað kennist gott og gevandi at koma til arbeiðis, gera starvsfólkini meiri fyri at koma til arbeiðis, so hetta hongur helst saman á onkran hátt.

Sálarligur tryggleiki telur nógv, tá vit tosa um eitt gott arbeiðsumhvørvi. Um vit kenna okkum trygg, er lætt hjá okkum at siga okkara hugsan. Vit vita, at tað verður móttikið við opinleika. Vit hava møguleika at undrast og at royna okkurt nýtt, tí vit fáa stuðul frá okkara starvsfeløgum. Hetta ger, at vit ikki aftra okkum at koma við okkara íkasti. Tá ið starvsfólk á einum arbeiðsplássi kenna seg væl, er lætt at samstarva og finna skilagóðar loysnir.

Arbeiðsplássmetingar kunnu geva okkum svar ella ábendingar um, hvat vit eiga at arbeiða við á júst okkara skúla. Hetta er ikki ein kanning, sum skal staðfesta, um leiðslan megnar at skapa eitt gott arbeiðspláss. Heldur eiga vit at síggja tað sum ein gyltan møguleika til málrættað at arbeiða fyri at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Tí eiga arbeiðsplássmetingar ikki at síggjast sum ein síðsti útvegur, tá tað gongur galið, men eitt arbeiðsamboð, har vit í felag kunnu arbeiða málrættað.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni