Tíðindi/Greinar

07.08.2024

Arbeiðseftirlitið gevur harraboð í Danmark

Hagtøl í Danmark vísa, at alt fleiri hendingar eru, har lærari verður sligin, sparkaður, hóttur ella annað. Vit hava varhugan av, at ein øking er á líknandi hendingum í Føroyum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

46 skúlar í Danmark hava fingið harraboð um at gera tilskipanir, tí arbeiðsumhvørvið ikki er nøktandi hjá lærarum. Hetta vóru tíðindini hjá TV2 19. juni í ár. 57 hendingar í 46 skúlum árini 2021 til 2023. Kanska eru tølini ikki óhugnaliga høg, um vit hugsa um, at danir hava skyldu at gera eina APV-kanning, hvørja ferð broytingar eru í arbeiðsumhvørvinum ella í minsta lagi á triðja hvørjum ári. Ein APV-kanning er tað, sum vit í Føroyum kalla eina arbeiðsplássmeting (APM). Av tí at kanningar verða gjørdar av arbeiðsumhvørvinum regluliga, so eru góð hagtøl at halda seg til. Hagtølini í Danmark vísa, at alt fleiri hendingar eru, har lærari verður sligin, sparkaður, hóttur ella annað.

Vit hava varhugan av, at ein øking er á líknandi hendingum í Føroyum, men tá vit ongi, ella so at siga ongi hagtøl hava, og nærum ongir tilburðir verða fráboðaðir til Arbeiðseftirlitið, so verður hetta bert ein varhugi. Serfrøðingur í danska arbeiðseftirlitinum vísir á, at teir flestu tilburðirnir eru í innskúlingini. Hetta er helst tí, at næmingarnir eru ov troyttir og tí, at tað ikki er møguleiki hjá lærarum at taka nóg væl hond um næmingin, tá á stendur. Eisini í Danmark tosa tey um at økja læraratímarnar, soleiðis at tað eru tveir lærarar um flokkarnar, soleiðis at møguleiki er hjá læraranum at taka hond um næmingin, áðrenn óhepnu hendingarnar koma.

Barna- og útbúgvingarmálaráðharrin hevur sett út í kortið, at vit um heilt stutta tíð eiga at koma nakað ávegis í tilgongdini um broytingar í fólkaskúlanum. Mín vón er, at hendan tilgongdin verður so mikið skjótt, at vit ikki fáa somu trupulleikar sum vísa seg í Danmark.

Tað arbeiða dugnaligir lærarar í føroyska fólkaskúlanum, men tá lærarin er einsamallur við næmingunum, er alt ov ofta trupult at lofta næminginum, tá hann kemur í einhvørja trupla støðu. Hetta er ikki tí, at lærarin ikki sær, skilur ella hevur fakligu førleikarnar at taka sær av uppgávuni. Trupulleikin er, at lærarin tá brádliga stendur við fleiri uppgávum, sum eiga at verða loystar samstundis. Tí eiga vit at hava tveir lærarar um næmingarnar. Hetta hevði ført við sær, at hóast tørvur er á hjálp hjá einstøkum næmingi, so steðgar undirvísingin ikki. Mín vón er, at hóast meirkostnað, so økist tímajáttanin til fólkaskúlan komandi skúlaár, soleiðis at lærarar lættliga kunnu taka sær av teimum uppgávunum, sum eru í skúlanum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni