Tíðindi/Greinar

04.11.2024

Annaðhvørt barn undir sjóneykuna – hví?

Tað kann ikki passa, at so nógv børn í Føroyum hava sálartrupulleikar, ella er tað veruliga so galið? Ella verður ávíst ov nógv, og til hvat, og ikki minst hví? Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

At tað er stórt læraratrot kring knøttin er vælkent. Ja, bara trý lond í øllum heiminum hava, sum er, nokk av útbúnum lærarum í starvi, kom fram í útvarpinum herfyri. Í okkara heimsparti er tað bara Grikkaland, sum hevur nokk av útbúnum lærarum í starvi, bleiv nevnt. Hetta er nú ikki heilt rætt. Í Føroyum megna við tað eisini ... enn, freistast ein at siga, tí hví skulu vit ikki koma í somu støðu, sum flest onnur, er nærliggjandi at spyrja. Eitt nú hava øll hini Norðurlondini stórar avbjóðingar við læraratroti. Tað er ikki tí, at ov fáir lærarar verða útbúnir. Heldur er tað serliga tí, at so nógv gevast í lærarstarvinum og søkja aðrar leiðir. Eitt nú í Danmark gevast á leið 40% av lærarunum fyrstu fimm árini eftir starvsbyrjan. Harumframt fellur fittur partur av teimum lesandi frá undir sjálvum lesnaðinum. Hetta eru ógvuslig tøl, sum týðiliga benda á, at okkurt baggar í allari skipanini. Men hvat er tað so, sum ger, at lærarar ikki støðast, er tann heilt stóri spurningurin.

Svarið er helst samansett og fjølbroytt. Summi tosa um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum er ov hart og krevjandi. Onnur siga seg, í longdini, ikki orka hetta massiva foreldrasamstarvið, sum tey uppliva. Summi fáa annað starv. Onnur taka eitt sabbatsár, so tey kunnu løða upp av nýggjum, og aftur onnur eru troytt av broytingum. Støðugt at halda seg dagførdan á tekniska- og kt-økinum er krevjandi, meðan tað fakliga innhaldið verður kroyst í bakgrundina. Aðrar orsøkir verða eisini nevndar. Men eitt, sum gongur aftur hjá nógvum lærarum, er, at teir javnan kenna seg og mugu agera sum eitt slag av terapeuti umframt at vera lærarar. Fokusið á sálarheilsu er sera stórt, og ger hetta seg eisini galdandi innan skúlagátt. Ikki tí, lærarar, nú á døgum, í størri mun enn fyrr, hugsa um trivnað og vælveru hjá næmingunum, og tað er bara gott. Hetta kann eitt nú fyribyrgja happing og betra motivatiónina hjá næmingunum.

Fyri mongum árum síðani, tá ið eg var næmingur í Tórhavnar Kommunuskúla, bleiv ikki gingið høgt upp í sálarheilsu. Tá var tað meira tað kropsliga, sum var í miðdeplinum. Vit fóru øll til skúlabarnalæknan á leið annaðhvørt ár. Eygu og oyru vórðu kannað, umframt vekt og hædd. Hjá dreingunum bleiv eisini kannað, um alt sýntist at vera vanligt í neðra. Onkur sproyta bleiv eisini givin. Tað var tað. Eingin tosaði um sálarheilsu. “For lidt og for meget,” kundi ein sagt. Nú er alt við at drukna í sálarheilsupráti. Herfyri var landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, eftir fyrispurning í Løgtinginum, alment frammi við tølum um, hvussu nógv børn í Føroyum hava verið og verða ávíst til barna- og ungdómspsykiatri. Ræðandi tøl má sigast. Frá 2010 til 2024 eru 2.143 børn ávíst, 929 gentur og 1.214 dreingir. Og tølini tykjast bara at vaksa ár undan ári. Í 2022 vóru tað 279 børn ávíst og í 2023 heili 360 børn. T.v.s., á leið annaðhvørt barn í Føroyum verður ávíst til barna- og ungdómspsykiatri. Orsaka, men hetta ljóðar heilt vitleyst í mínum oyrum. Tað kann ikki passa, at so nógv børn í Føroyum hava sálartrupulleikar, ella er tað veruliga so galið? Ella verður ávíst ov nógv, og til hvat, og ikki minst hví? Ein staðfest diagnosa broytir so einki í sjálvum sær. Men vónandi kann ein viðgerð eftirfylgjandi bøta um støðuna. Tað, sum annars javnan ørkymlar okkum í fólkaskúlanum, er, at kanningarnar ofta vera settar í verk alt ov seint. Næmingarnir ganga í fleiri førum í hádeild, áðrenn nakað hendir. Haldi annars, at vit, nú á døgum, hyggja alt ov nógv inn í okkum sjálv heldur enn úteftir.

Annars mugu vit í heila tikið gera alt fyri, at lærarayrkið ikki verður ov strævið og møtimikið, so at fólk troyttast og møguliga rýma. Vit ynskja avgjørt ikki eina støðu við ov fáur útbúnum lærarum í skúlunum her heima eisini eins og uttanlands.

Eitt er vist, sjálvt um fleiri av okkum stundum kenna okkum sum eitt slag av terapeuti, so gerast vit tað ongantíð. Vit eru undirvísarar við stórum U. At geva næmingum dygdargóðar førleikar í at rokna, lesa og skriva, umframt sosialar og aðrar fakligar førleikar, er og verður okkara fremsta uppgáva. Á tann hátt verða tey vónandi, enn sum áður, før fyri at halda leiðina fram út í lívið.

     

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni