Tíðindi/Greinar
15.07.2020
Alt virksemið hjá lærarum eigur at verða skrásett í eina virksemisætlan, og hendan virksemisætlan eigur skúlaleiðarin at gera í neyvum samtarvi við einstaka læraran sambært arbeiðstíðaravtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Óivað er ymiskt, hvussu hetta samstarv fer fram frá skúla til skúla, men tað er skilagott, at lærarin er við í hesi tilgongd, tí tað er jú virksemisætlanin, lærarin skal arbeiða útfrá.
Nógvastaðni man tað helst vera soleiðis, at fyrst í nýggja skúlaárinum tosa skúlaleiðari og einstaki lærarin um tað, sum stendur í virksemisætlanini. Á henda hátt veit lærarin beinanvegin, hvørjar uppgávur hann er settur at loysa, og hvat verður væntað av honum. Tí eigur lærarin at fáa sína virksemisætlan so skjótt sum yvirhøvur til ber, og ongantíð betur um lærarin samstundis fær eina frágreiðing frá sínum skúlaleiðara um tað, sum stendur í henni.
Eisini er tað umráðandi, at hvør einstakur lærari roynir at gera sær greitt, hvussu virksemisætlanin hongur saman. Hon greiðir jú frá, hvat arbeiði lærarar verða løntir fyri. Við fyrsta eygnabrá kann virksemisætlanin kanska tykjast fløkt og torgreidd, men hon er einki hokus pokus. Um onkur hevur trupult við at skilja, hvat tað er, sum stendur í henni, ber í fyrsta lagi til at spyrja skúlaleiðaran og í øðrum lagi kanska álitisfólkið á staðnum. Sigast kann eisini, at á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag liggur arbeiðstíðaravtalan, og har ber til at lesa neyvari um alt tað, ið er í virksemisætlanini. Á somu heimasíðu liggur eisini virksemisroknarin. Hann er eitt sera hent amboð, har tað ber til at tøppa inn í eina virksemisætlan og á tann hátt síggja, hvat alt telur. Tað er so avgjørt vert at royna.
Tað, at seta seg inn í sína virksemisætlan, snýr seg ikki um misálit. Heldur snýr tað seg um at seta seg inn í síni egnu viðurskifti, tí virksemisætlanin er ein rættiliga týðandi partur av lærarastarvinum. Tað ræður bara um at fylgja við, tí mistøk kunnu koma fyri. Onkur skráseting kann av misgáum mangla ella vera skeiv. Onkuntíð kann onkur kanska hugsa, at tað er ikki so týdningarmikið, um nakrir tímar mangla. Jú, tað er týdningarmikið, at teir tímar, sum eiga at vera har, eru har. Ofta gerst myndin týðuligari, um ein roynir at rokna tímarnar, sum mangla, um til krónur og oyru. Tá er sjáldan nakar ivi um, at tað hevur týdning, at alt er rætt skrásett.
Skjótt verður farið undir eitt nýtt skúlaár, og kanska kundi tað verið eitt gylt høvi hjá onkrum at sett seg betur inn í sína virksemisætlan.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan