Tíðindi/Greinar
22.08.2017
Til seinastu samráðingar fekk Føroya Lærarafelag við í sáttmálan, at útbúnir lærarar, ið fáa starv á fyrsta sinni, fáa ein akkerslærara afturat sær. Hetta er ikki nakað nýtt í sjálvum sær, tí fleiri skúlar hava havt hesa skipan, men broytingin er, at akkerslærarin nú fær 40 tímar í sína virksemisætlan. Hetta eru tímar, ið skúlin skal “søkja” um og síðan fær.
Hví er hetta neyðugt? Jú, tað er heilt einfalt; tá tú byrjar í starvi, eru nógvir spurningar og nógv praktisk ting, ið man ivast í. Eg veit frá fyrr av, at teir lærarar, ið eru “gamlir” í garði, fegnir vilja hjálpa, men ikki altíð vita hvussu; eisini er kent, at ráðini gerast ov mong, og tískil er ringt hjá nýútbúnum at halda skil á øllum. Samstundis hevur nýggi lærarin hópin av spurningum, men aftrar seg at spyrja, tí hvønn skal man spyrja, og kanska aftrar hann seg, tí hann heldur seg kanska spyrja ov nógv tann sama?
Tá man veit, hvør akkerslærarin er, og man veit, at viðkomandi fær tímar til arbeiðið, so gongur lættari. Tað er ikki neyðugt at ivast, tí báðir partar vita av hvør øðrum. Hetta hevur positiva ávirkan á virkið hjá einstaka læraranum og hjá skúlanum, tí arbeiðið gongur lættari.
Tó er tað ikki so, at hesir tímar skulu brúkast sum kitt fyri at fáa virksemisætlanir at ganga upp. Hetta eru tímar, ið skulu brúkast við skili. Tað er alneyðugt, at báðir lærararnir eru á sama stað, um ikki alla tíðina, so ein stóran part av tíðini, tí spurningar og ivamál stinga seg upp her og nú, ikki tá dagurin er endaður, og ein fundur kann fáast í lag. Skilagott er eisini at hugsa um, hvørjum lærararnir undirvísa í. Um so er, at nýggi lærarin undirvísir nógv í alis/evnafrøði, er ikki snilt, at akkerslærarin bert undirvísir í mállærugreinum, tí spurningar eru bæði um undirvísing, tilfar og praktisk viðurskifti.
Formaðurin í Lærarafelagnum hevur júst heitt á álitisfólkini kring landið, at minna á hesar tímar, tí tað er ikki vist, at nýggir lærarar vita, at hetta er ein rættur hjá teimum, og skjótt er at gloyma henda týdningarmikla partin av okkara arbeiði. Tí tað er týdningarmikið at taka væl ímóti nýggjum, soleiðis at tey finna seg til rættis og fáa eina so góða byrjan sum gjørligt. Tað er uppgávan hjá leiðsluni at kunna bæði akkerslærara og tann nýútbúna, so at teir vita av hvør øðrum, so skjótt skúlaárið byrjar, tí tá er tørvurin størstur.