Tíðindi/Greinar

19.07.2022

Akkerslæraraskipanin er ein góð skipan

Akkerslæraraskipanin er ein lítil partur av einari størri heild í skúladegnum, men hon tryggjar eina góða byrjan hjá nýútbúnum lærarum, og tað má ikki undirmetast. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, skrivar

Fyri nøkrum árum síðani fekk Føroya Lærarafelag tryggjað limum sínum eina akkerslæraraskipan. Talan er um eina skipan, har bæði nýútbúni lærarin og sjálvur akkerslærarin fáa 40 tímar hvør skrásettar í virksemisætlanina. Nýútbúni lærarin skal brúka hesar tímar til samstarv við akkerslæraran, og uppgávan hjá akkerslæraranum er at vegleiða og stuðla nýútbúna læraranum fyrsta starvsárið.

Ein slík akkerslæraraskipan kemur væl við. Hon er heilt vist ein góð hjálp hjá nýútbúnum lærarum, sum á henda hátt fáa eina væl skipaða vegleiðing beinanvegin í sínum nýggja yrki. Tað eru sjálvandi nógvir spurningar og nógv ivamál, tá ið tú sum nýggjur lærari skalt fara í gongd. Í øllum skúlum eru t.d. mannagongdir av øllum møguligum slagi, sum nærmast bara henda av sær sjálvum, og ikki ber til at taka sum givið, at nýggir lærarar kenna allar sovorðnar mannagongdir.

Tað kann vera eitt sindur trupult hjá nýggjum lærarum at fóta sær í tílíkum støðum, men við akkerslæraraskipanini skuldi tað verið lættari. Nýútbúni lærarin hevur ein ávísan lærara at venda sær til, sum hevur tað sum part av sínum arbeiði at hjálpa nýggja læraranum. Umframt mannagongdir og tílíkt er eisini undirvísingarligi parturin. Ein akkerslærari við nógvum royndum kann sjálvandi hjálpa tí nýútbúna læraranum væl við ráðum og vegleiðing um undirvísing og at leggja til rættis.

Tað skuldi eisini lætt eitt sindur um, at samstarvið er formliga skipað. Sjálvandi vilja allir lærarar hjálpa einum nýggjum lærara, men tann nýggi lærarin aftrar seg kanska eitt sindur við at spyrja, um hann ikki hevur ein ávísan at venda sær til. Tað er óivað lættari at spyrja ein, sum er fyrireikaður uppá at hjálpa tær. Eisini ber til við hesi skipan at avtala eina fundartíð, har akkerslærari og nýútbúni lærarin tosa um ymiskt viðkomandi.

Harafturat ger ein tílík akkersskipan vónandi eisini tað, at byrjanin í nýggja starvinum verður góð og eydnast væl. Sum nýútbúgvin lærari fara nógvir tankar ígjøgnum høvdið, men akkerslæraraskipanin er við til at tryggja, at fyrsta tíðin í yrkinum er so góð og smidlig sum yvirhøvur gjørligt. Av at tí sama fær nýútbúni lærarin allarhelst størri yvirskot og kennir seg tryggan og væl til rættis í nýggja starvinum.

Akkerslæraraskipanin er ein lítil partur av einari størri heild í skúladegnum, men hon tryggjar eina góða byrjan hjá nýútbúnum lærarum, og tað má ikki undirmetast.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni