Tíðindi/Greinar
13.07.2018
Skúlaárið 2018/19 verður fyrsta árið, sum nýggja akkersskipanin fer at virka. Seinastu árini hava ungu/nýggju lærararnir fingið 40 tímar árliga til at seta seg inn í arbeiðsviðurskifti og annað á skúlanum. Nú eru umstøðurnar hjá hesum lærarum betraðar. Teir eiga frá komandi skúlaári at hava ein akkerslærara knýttan at sær hesar 40 tímarnar.
Anders Rusk, forseti í NLS, Nordiska Lærarorganisationsners Samråd, vísti á summarskeiðinum á tørvin hjá nýggjum lærarum við eini góðari skipan, tá hesi koma út á skúlarnar at arbeiða. Tað vísir seg at vera ein avbjóðing, og at fleiri av londunum hava tørv á eini góðari skipan, tá nýútbúnir lærarar koma á skúlarnar at arbeiða. Arbeiðsbyrðan er øðrvísi, og ofta størri enn tey høvdu ímyndað sær; tí hava tey ofta eina stutta arbeiðstíð og ynskja sær heldur annað starv.
Hesin trupulleikin er ikki eins stórur í Føroyum, helst tí, at vit í Føroyum duga væl at taka ímóti nýggum starvsfólkum. Flestu nýggju lærararnir kenna, ella koma skjótt í samband við onkran á skúlanum, soleiðis at teir kenna seg tryggar at spyrja seg fyri, og at spyrja um mannagongdir og annað. Nú nýggja skipanin fer í verk, vóna vit, at nýggju lærararnir kenna seg munandi styrktar, tá teir koma í starv.
Tað, at nýggju lærararnir fáa ein starvsfelaga at venda sær til við teimum fyrispurningum, sum koma, ger vónandi tað, at kenslan av tilhoyri og samstarvi betrast. Tað er ongin ivi í, at hetta verður til gagns fyri skúlan; bæði leiðslur, starvsfólk og næmingar. Tað eru altíð nógv viðurskifti at seta inn í á einum nýggjum arbeiðsplássi. Hjá tí nýútbúna læraranum eru ofta eisini nýggjar uppgávur, sum eru nógv lættari at fara undir, tá tú hevur onkran at styðja teg til.
Við vón um, at hendan skipanin fer at virka eftir ætlan, ynski eg øllum nýútbúnum lærarum, ið hava fingið starv, blíðan byr.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan