Tíðindi/Greinar

10.07.2023

Aftur ov nógv tíðaravmarkað størv í ár

Triði hvør lærari, sum søkir sær starv í ár, verður settur í eitt tíðaravmarkað starv. Hetta er óvirðiligt og ótíðarhóskandi. Fyri læraran í tíðaravmarkaðum starvi er hetta ein sera ótrygg støða. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú er summarfrí. Tað gleðast vit øll um, tí aftur eitt ár er farið aftur um bak í heimsins týdningarmiklasta starvi.

Tað er tó ymiskt, hvussu tað kennist hjá okkum øllum at fara heim í summarfrí. Onkur okkara fara í summarfrí vitandi, at vit hava eitt fast lærarastarv, onnur hava fingið tíðaravmarkað, og summir lærarar fáa einki starv boðið.

Í ár eru fleiri føst størv enn tað hava verið seinastu árini. Heili 47 føst størv vóru at søkja. Tað vóru eisini fleiri tíðaravmarkað enn undanfarin ár, 90 størv.

Tá vit seta hesi tølini upp ímóti hvørjum øðrum, síggja vit beinanvegin skeivleikan. Triði hvør lærari, sum søkir sær starv í ár, verður settur í eitt tíðaravmarkað starv. Hetta er óvirðiligt og ótíðarhóskandi.

Fyri læraran í tíðaravmarkaðum starvi er hetta ein sera ótrygg støða.

Vit merkja tað øll. Vit nærkast mei mánaði og starvslýsingarnar koma út. Øll eru vit spent. Vit sum eru í føstum starvi eru spent at frætta, hvør fær størvini, ið eru lýst leys, men allar spentast eru tey, sum skulu søkja starv.

Hendan tíðin er ein hurlivasi fyri tey, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi. Tey starvast í einum skúla, har tey trívast væl millum starvsfelagarnar, og samstundis hava tey góðar relatiónir til næmingarnar og foreldrini. Onkur lærari upplivir hetta fyrstu ferð, meðan aðrir uppliva hetta 3., 4., og 5. ferð.

Órógvið og óvissan um føstu starvssetanina ávirka trivnaðin og eisini dygdina í undirvísingini, tí tankarnir sveima nógv rundan um tankan um ikki at verða settur í starv aftur og kanska ikki fáa eitt starv í øðrum skúla heldur.

Umframt at ávirka arbeiðsdagin, so ávirkar støðan við tíðaravmarkaðu størvunum eisini gerandisdagin sum heild. Tað er eitt nú sera torført at fáa lán frá peningastovnunum, tá ein ikki hevur fast starv, so hetta ávirkar somuleiðis læraran á heimafrontinum.

Vit skulu gleðast um, at tað í ár eru heili 47 føst størv at søkja í ár, í mun til seinasta skúlaár søkti mann eftir 28. Hetta er gott. Men við tað, at triðja hvørt starv er fast starv, er hetta ikki nøktandi.

Játtanarskipanin, sum útloysir størvini í fólkaskúlanum, avhongur av næmingatalinum. Tað er torført at meta um í ávísum skúlum, hvørt talið veksur ella minkar, tí er verri at seta lærarar í fast starv. Hetta fáa vit ikki broytt. Men skipanin má broytast, so vit fáa eina loysn, so fleiri lærarar verða settir í fast starv. Skipanin má antin leggjast um, so hon ikki er treytað av næmingatalinum fyri hvønn einstakan skúla, ella mugu vit fáa umskipað tað, so vit hava øki. Altso, at lærari er parttíðarsettur á tveimum ymsum skúlum, men starvið er eitt fast starv.

Vit vita øll, at tað ikki er gjørligt at fáa allar lærarar í føst størv, men vit skulu miða ímóti at fáa talið munandi hægri. Undanfarin landsstýrisfólk hava lovað at arbeitt við hesum, núverandi hevur eisini lovað at arbeiða við tí, men vit hava tíverri ikki sæð nakra loysn enn. Eg vóni, at loysnin verður funnin skjótt, tí tað er als ikki í lagi, at eitt starvsfólk í einum so týdningarmiklum starvi skal liva í hesi óvissuni.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni