Tíðindi/Greinar
26.10.2016
Fólkaskúlin broytist alsamt. Tað er gott og ein treyt, um hann skal búgva næmingarnar til framtíðar samfelagið. Hvussu broytingarnar í fólkaskúlanum fara fram og hvussu hann mennist er ymiskt. Nakrar av broytingunum koma sníkjandi, aðrar sum harraboð, men størsta menningin sprettur úr arbeiðinum eldhugaðum lærarum. Tað týdningarmesta í skúlanum eru førleikarnir hjá læraranum at undirvísa. Um fólkaskúlin skal mennast, so er tað ein góð íløga at arbeiða skipað við at menna førleikarnar hjá læraranum at undirvísa. Í hesum arbeiðinum at menna fólkaskúlan eigur gransking sín sjálvsagda lut.
Eitt gott boð um, hvussu gransking kann vera við til at menna fólkaskúlan, fekk eg á fyrilestrinum í Læraraskúlahøllini hjá Dr. Hjördís Þorgeirsdóttir. Í fyrilestrinum, ið bar heiti: “lærarin í miðdeplinum fyri skúlamenning og framtíðarskúlanum”, greiddi hon frá síni granskingarverkætlan á einum miðnámskúla í Íslandi. Granskingarverkætlanin var skipað sum “action research”, og ein høvuðsniðurstøða frá granskingini var, “at broytingar í skúlanum mugu taka støði í og spretta úr skúlanum.”
Ein “action research”-granskingarverkætlan í skúlanum tekur støði í dagligu undirvísingini hjá læraranum og byggir á samarbeiði millum læraran og granskaran. Í verkætlanini hjá Dr. Hjördís Þorgeirsdóttir luttóku 21 lærarar, ein konsulentur og granskarar. Verkætlanin byrjaði við, at hon fann nakrar áhugaðar lærarar á skúlanum at luttaka í verkætlanini. Høvuðsuppgávan hjá lærarunum var at skriva eina lýsing av, hvørjar avbjóðingar teir sóu í teirra undirvísing og at seta sær mál í mun til hesar. Granskarin skipaði síðan frágreiðingarnar eftir einum leisti. Lærararnir møttust javnan allir í einum bólki, har løgdu teir sítt fram fyri hinum í bólkinum og umrøddu, hvussu teir kundu náa málunum. Til hesi prátini var eisini ein konsulentur við, ið hevði námsvísindaliga útbúgving. Uppgávan hjá honum var at vísa einstøku lærarunum á møguligar vegir fram móti málunum. Lærarin kundi síðan royna nýggju ætlanina, meta um hana og umrøða nýggju royndirnar í bólkinum saman við starvsfelagum og konsulentinum. Soleiðis gekk verkætlanin í ring í nøkur ár.
Ein tílík “action research”-granskingarverkætlan kann styrkja førleikarnar hjá einstaka læraranum at undirvísa, og hon kann væl skipast í føroyska fólkaskúlanum. Skikkaðir konsulentar og granskarar eiga vit á Námsvísindadeildini, og eldhugaðir lærarar eru á øllum skúlum. Um Mentamálaráðið raðfestir játtan til gransking, og granskarar á Setrinum velja eina “action research”-granskingarverkætlan í fólkaskúlanum, so kann tað styrkja førleikan hjá læraranum at undirvísa og verða eitt fet móti einum enn betri føroyskum fólkaskúla.
Framløgan hjá Dr. Hjördís Þorgeirsdóttir, hjálparrektari í ungdómsskúlanum, Menntaskólann við Sund: http://www.nls.info/arkiv.html?directory=2821 (Hjördis Thorgeirsdottir.pptx)