Í døgunum 24.-26 mars var altjóða ISTP-ráðstevna í Reykjavík í Íslandi. ISTP stendur fyri International Summit on the Teaching Profession. Ráðstevnan í ár er tann fimtanda í røðini og snúði seg sum heitið sigur um lærarayrkið. Úr Føroyum luttóku Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, Katrin Dagsbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Luttakararnir á ráðstevnuni komu úr 21 londum úr øllum heiminum; hvørt landið sær var umboðað av ráðharranum í undirvísingarmálum og forfólkum í fakfeløgum innan undirvísing; aftrat teimum vóru embætisfólk og lærarar. Harumframt vóru umboð frá OECD, Organisation for Economic Co-operation and Development, og EI, Education International.