Myndasavn

Frits, Hans Andrias og FL

Í ár eru 125 ár síðan, at Føroya Lærarafelag var sett á stovn, og somuleiðis 140 ár síðan, at Hans Andrias Djurhuus, ið var lærari og heiðurslimur í Føroya Lærarafelag, var borin í heim.

Eingin er í iva um tann stóra týdningin, ið ritverkið hjá Hans Andriasi Djurhuus hevur havt fyri føroyskan skaldskap og uppvaksandi ættarlið. Hans Andrias Djurhuus er uttan iva okkara fólkakærasta skald, og rímur, sangir og søgur hansara eru fólkaogn. Kendasta verk hansara er helst Barnarímur; fleiri av rímunum eru ein natúrligur partur av barnauppalingini hjá børnum í Føroyum enn tann dag í dag. Skaldið hevði stóra virðing fyri barninum og barnasálini, og hetta roynir Frits Johannesen, listamaður og lærari, at fáa fram í listaverkinum, ið Føroya Lærarafelag ognaði sær í sambandi við 125 ára stovningardagin hjá Føroya Lærarafelag á ólavsøku í ár.

Á føðingardegnum hjá Hans Andriasi Djurhuus 20. oktober beyð Føroya Lærarafelag lærarum á gátt at síggja málningin. Listamaðurin greiddi frá, hvat hann hevur ímyndað sær, tá ið hann hevur málað børnini á málninginum, hvussu tey sita í skúlastovuni, bæði í einum skúla frá farnari tíð og nú á døgum. Eisini hevur listamaðurin roynt at fanga ymiska barnalyndið í málninginum og haraftrat møguleikar og amboð, næmingar hava og hava havt. Ein sera vakur og sigandi málningur.

Á tiltakinum sang Guðrun Sólja Jacobsen, læraralesandi á triðja ári, sangir úr Barnarímunum hjá Hans Andriasi.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan