Tíðindi/Greinar
19.10.2021
“Aftur frí nú, nei, lærarar...” Hvussu ofta hava vit ikki fingið slík prik stungin í skógvarnar millum ár og dag? Sjálvsagt mest meint sum sakleyst skemt, tí tá ein spyr viðkomandi, hví tey sjálv ikki bara eru lærarar, svara tey ofta: “Nei, tað hevði eg aldrin í lívinum klárað, havi hvørki tol ella orku til.” So flest øll vita, at lærarastarvið kann vera bæði strævið og fjølbroytt.
Men rætt skal vera rætt. Vit hava 12 vikur frí um árið, meðan flest onnur hava 6 vikur. Lærarar hava 198 skúladagar, og næmingar hava 193 dagar. Hjá næmingunum er hetta ein samsýning fyri, at tímatalið pr. viku hækkaði nakað, tá ið samfelagsfrøði bleiv fast lærugrein í hádeild.
Men tori at pástanda, at um vit ikki fingu nøkur andarhol/feriur um árið, so hevði skúlin brotið saman. Næmingarnir høvdu gjørt uppreistur, og lærararnir høvdu rýmt. At arbeiða við menniskjum so intenst, sum vit gera, verður ongantíð sum at arbeiða við einari stillari teldu, sjálvt um tað uttan iva eisini kann vera krevjandi.
Bæði lærarar og ikki minst næmingar hava harðliga brúk fyri onkrum skáa at síggja fram til, nakrar ferðir árliga. At arbeiða allan dagin við 24 næmingum, sum tú støðugt skalt menna bæði fakligt, sosialt og á annan hátt, er ofta ein sera samansett uppgáva. Og uppgávurnar eru eisini ymiskar, tí flokkar eru so ymiskir. Umframt at næmingar ofta eisini eru í sensitivum aldri, eitt nú í prepuberteti, og slíkt má altíð havast í mentu, tá ið arbeiðið skal leggjast til rættis. Næmingar eru ikki ein deyð rávøra, men livandi verur við øllum tí fjølbroytni, sum tað inniber. Men tað er júst tað, ið ger, at eg tími at vera lærari. Tú veitst ongantíð heilt, hvat næsti dagar hevur at bjóða. Tú veitst bara, at um tú altíð roynir títt besta, ert væl fyrireikaður, skipaður og ert á byrgjulongd við næmingarnar, so er stórur møguleiki fyri, at tað fer at eydnast. Um ikki, mást tú rætta inn skjótt. Tú mást javnan stinga fingurin í jørðina fyri at vita, um undirvísingin er dygdargóð og vera klárur at dagføra um neyðugt.
Tíðin frá skúlaársbyrjan til heystfrítíðina er ofta krevjandi. Ikki bara skalt tú eitt nú á seturskúla, gera ársætlanir og hava foreldrafundir. Hædd má eisini takast fyri, hvussu nýggju flokkarnir síggja út. Serliga í skúlum har flokkar meira og minni eru samansettir av nýggjum. Eitt nú í 8anda flokki flyta nógvir næmingar skúla. Tá velja skúlarnir ofta sjálvir at blanda næmingarnar saman av nýggjum. Millum teir, sum hava gingið í skúlanum fyrr og nógvar av teimum nýggju næmingunum. Meðan flokkurin onkursvegna skal finna eina nýggja javnvág, tey skulu jú læra hvønn annan at kenna, skalt tú sum lærari eisini læra nógvar næmingar at kenna, skjótast gjørligt, bæði so og so. Og í fleiri flokkum í senn væl at merkja. So stórt fokus er á trivnað serliga við ársbyrjan, so øll kenna seg trygg.
Fleiri skúlar eru sera stórir. Eitt nú á skúlanum, har eg eri (Skúlin á Fløtum), hava bæði 8andi og 9andi flokkur 6 spor. Uml. 150 næmingar í hvørjum árgangi. Tá er skjótt, at onkur dettur niður ímillum. Alt hetta, meðan tann fakligi parturin ikki má dvína, ikki stórvegis í hvørt fall. Krøvini og pensum mugu haldast. Og her er ofta ein vági, koyrir tú ov nógv á næmingarnar, kunnu teir gerast strongdir.
Hvat kundi so verið, um ikki annað, ein partur av loysnini? Jú, styttri skúladag. Næmingar í eitt nú 8anda flokki hava eina undirvísingarviku, sum er á leið 38 tímar. Umframt heimaarbeiði og eitt lív uttan fyri skúlan. Hetta er fyri nógv av teimum ov nógv. Eisini hava lærarar ov langan arbeiðsdag. Nógvir lærarar, serliga í grund- og miðdeild, undirvísa á leið 28 tímar um vikuna. Svarar helst til á leið 45 tímars arbeiðsviku. Her er tað, at álitið um 37 tímars arbeiðsviku, sum m.a. Lærarafelagið hevur verið við til at latið gjørt, er sera áhugavert. Um Føroyar fara úr 40 niður í 37 tíma arbeiðsviku, merkir tað eina minking á 7,5%. Fyri okkum lærarar merkir tað á leið 2 undirvísingartímar færri um vikuna. Hetta hevði uttan iva gjørt stóran mun hjá nógvum lærarum, sum eru meira og minni sperdir sum er. Hevði eisini lætt um hjá næmingunum. Í Finnlandi er skúladagurin væl styttri enn hjá okkum, og har klára tey seg fram úr væl í PISA. So nógv bendir á, at ein styttri undirvísingarvika hevur við sær ein betri skúla bæði so og so. Tí taka vit sjálvsagt undir við 37 tíma arbeiðsviku.