Tíðindi/Greinar

25.07.2022

37 fingið læraraprógv í ár

Vit kunnu gleðast um, at 37 hava fingið prógv sum fólkaskúlalærari á Námsvísindadeildini í ár, og vit ynskja teimum vælkomnum. Tað er gott hjá fólkaskúlanum, at vit hava nóg nógvar væl útbúnar lærarar, men tá ein so stórur árgangur kemur av lærarum sum í ár, so eru tað ikki øll, sum fáa starv sum lærari í summar. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Nøkur nýútbúgvin gleðast og eru spent at skula byrja sum lærari, men tað eru fleiri, sum ikki vóru so heppin at fáa starv, sjálvt um tey hava søkt á fleiri skúlum. Hjá teimum, ið hava fingið starv, bíðar ein spennandi og avbjóðandi tíð í fólkaskúlanum. Fyrsta tíðin sum lærari er avbjóðandi, men tey nýggju kunnu gleða seg til góðar og hjálpsamar starvsfelagar, og akkerslæraraskipanin hjálpir teimum væl tað fyrsta árið.

Í løtuni eru fleiri lærarar útbúnir, enn tað eru leys størv at søkja í fólkaskúlanum. Men tað er eingin sjálvfylgja at hava nokk av útbúnum lærarum. Føroyar hava áður manglað lærarar, í 2008 vóru 70 vikarar í skúlanum, ið ikki vóru læraralærdir. Tað árið mælti Mentamálaráðið til at taka tveir flokkar inn til læraraútbúgvingina, fyri at vinna á læraratrotinum.

Hyggja vit at støðuni í Norðurlondum, so eru Føroyar í eini serstøðu saman við Finnlandi við at hava nóg nógvar útbúnar lærarar. Hini Norðurlondini stríðast øll við, at tey mangla nógvar lærarar, og tað eru eisini fá, ið søkja inn á læraraútbúgvingina. Hyggja vit at støðuni í Danmark, so mangla tey nógvar útbúnar lærarar í fólkaskúlanum, og tað eru ov fá, ið søkja inn á læraraútbúgvingina. Í ár vóru 17 prosent færri umsóknir til lærara ígjøgnum kvotu 2 samanborið í fjør. Vit eiga tí at hava í huga, at tað er eingin sjálvfylgja, at vit hava nóg nógvar útbúnar lærarar í Føroyum.

Tey seinni árini eru fleiri lærarar útbúnir í Føroyum enn tað eru lærarar, sum eru farnir frá vegna aldur ella av heilsuávum, og tað sæst eisini aftur, tá vit hyggja at talinum av umsóknum, sum skúlarnir fingu, nú størvini vóru lýst at søkja í summar. Eins og undanfarin ár, so fingu skúlarnir fleiri ferðir so nógvar umsóknir, enn tað vóru størv at søkja, so vit kunnu siga, at skúlaleiðararnir hava eitt luksusproblem, tá tey kunnu velja lærarar millum nógvar væl skikkaðar umsóknir.

Í ár eru tað 64 umsóknir til læraraútbúgvingina, 31 í kvotu 1 og 33 í kvotu 2. Hetta eru færri umsóknir enn í fjør, tá tað vóru 75 umsóknir til læraraútbúgvingina, og tað næst lægsta seinastu 15 árini. Lægsta tal av umsóknum var 52 í 2016, og hægsta tal var 91 í 2019. Seinastu 15 árini hava í miðal verið 76 umsóknir til læraraútbúgvingina. Vit mugu gera tað lokkandi at søkja inn á læraraútbúgvingina og at velja lærarayrkið, tí grundin undir einum góðum skúla eru góðir lærarar.

Vit fegnast um, at tað eru fleiri, sum útbúgva seg til lærarayrki. At arbeiða millum børn og ung, og at læra tey um lívið og heimin, er heimsins besta starv, tá tað lukkast. Í løtuni eru ikki størv í fólkaskúlanum til øll, sum eru læraraútbúgvin, men fólkaskúlin hevur stóran tørv á fleiri lærarum, serliga til teir næmingar, ið hava tørv á at vera undirvístir í smærri bólkum. Vit eiga at geva hesum børnum tann læraran, ið tey hava tørv á og rætt til, og vit hava væl útbúnar lærarar, ið eru klárir at taka uppgávuna á seg.

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni