Tíðindi/Greinar
08.03.2022
Í dag er vanlig floksstødd sett til 24 næmingar, men tímar verða tó ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar. Tað vil siga, at nógvum í nógvum førum undirvísir ein lærari 26 næmingum. Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nøkur løtt og einføld uppgáva hjá lærarum. Annars er tað í sjálvum sær eisini margháttligt, at tað í fólkaskúlalógini verður sagt 24, men í veruleikanum skulu vit upp á 27. Hví tað?
Fólkaskúlin er ein av grundsúlunum í samfelagnum, og vit vilja øll sjálvandi hava ein góðan fólkaskúla. Men skulu vit fáa ein so góðan fólkaskúla sum gjørligt, mugu politikarar eisini raðfesta hann hægri. Tað er ikki nokk við føgrum orðum; játtanin má eisini fylgja við. Ikki sum nú, har tað heldur verður skorið og klípt av allastaðni. Um meira peningur varð játtaður, soleiðis at færri næmingar kundu verið í hvørjum flokki, hevði tað verið ein góður bati. Lærarin hevði havt betri tíð til einstaka næmingin, og tað hevði virkað fyribyrgjandi og verið gott fyri trivnaðin. Eisini hevði hetta heilt avgjørt gagnað tí fakliga partinum.
Tess fleiri næmingar eru í einum flokki, tessi minni tíð verður til hvønn einstakan upp á allar mátar.
Tað krevur nógv av læraranum at hava 26 næmingar í einum flokki, rættiliga nógv. Í endamálsorðing fólkaskúlans stendur til dømis, at “Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini”, og fólkaskúlin skal m.a. eisini “búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag”.
Hetta er ikki hissini uppgáva. Tíverri hevur gongdin í seinastuni eisini verið tann, at støðugt fleiri næmingar hava ymiskar avbjóðingar at stríðast við. Tá ið næmingurin stríðist við okkurt, sum plágar hann, gongur tað ofta út yvir trivnaðin og av tí sama eisini læringina. Hesum skal lærarin so lofta, so væl sum hann kann undir givnum umstøðum. Tað er ein stór uppgáva, og uppgávan verður sjálvsagt so øgiliga nógv tyngri, tá ið 26 næmingar eru í flokkinum.
Tað er kortini einfalt at broyta hetta. Tað kostar bara eitt sindur av peningi. Um politiski myndugleikin ynskir fólkaskúlanum tað besta, er at vísa tað í verki og játta tað, sum skal til. Tí í síðsta enda snýr hetta seg um pengar og raðfestingar. Vit kunnu saktans fylla skúlastovurnar á tremur við næmingum, men neyvan er tað nøkur skilagóð loysn.
At fáa smærri flokkar er ikki nakað stórt inntriv og koppar ikki nakrari játtanarætlan, men tað hevði gjørt ómetaligan stóran mun í fólkaskúlanum. Útlitini fyri, at undirvísing og skúlagongd sum heild skulu hepnast, blíva nógv betri, um markið fyri floksstødd bleiv broytt. Vónandi heldur onkur politikari eisini tað.