Tíðindi/Greinar

11.07.2023

20 næmingar í hvørjum flokki

Hetta eru aðrir tónar, enn tað sum er galdandi í dag. Tað er sjálvandi gleðiligt at hoyra hetta, og tað er eisini avgjørt neyðugt at varpa ljós á floksstøddina. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Herfyri handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í skúlamálum álit um broytingar í fólkaskúlalógini. Arbeiðsbólkurin hevur arbeitt leingi við álitinum, og í tí stendur nógv  áhugavert. Eitt brot snýr seg um floksstødd, og tað er ógvuliga viðkomandi lesnaður.

Ítøkiliga tilmælið hjá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi floksstødd er, at hóskandi floksstødd er 20 næmingar. Tað er hugaligt at hoyra. Talið 20 er heldur ikki bara tikið úr leysum lofti, men sagt verður í tilmælinum, at hetta er í samsvari við námsfrøðiliga gransking, har 20 næmingar í flokkunum er best hóskandi, tá ið hugsað verður um námsfrøðiliga, trivnaðarliga og fakliga menning. Arbeiðsbólkurin skjýtur eisini upp, at byrjað verður við broyttu floksstøddini í 1. flokki í august 2024, og at skipanin verður gjøgnumførd eftir níggju ár.

Hetta eru aðrir tónar, enn tað sum er galdandi í dag. Tað er sjálvandi gleðiligt at hoyra hetta, og tað er eisini avgjørt neyðugt at varpa ljós á floksstøddina. Sum ofta hevur verið víst á, verður fólkaskúlalógin í løtuni jú ikki hildin, tá ið tað snýr seg um floksstødd. Lógin ásetur, at hámarkið fyri floksstødd er 24, men onkursvegna verður tað toygt til, at hægsta mark er 26 næmingar. Sambært fólkaskúlalógini eigur tað at vera undantakið, at 26 næmingar eru í einum flokki, men seinastu nógvu árini hevur tað tíverri verið reglan, at talið er 26 heldur enn 24.

Tað kostar sjálvandi nakað av peningi at minka floksstøddina, men arbeiðsbólkurin greiðir í tilmælinum neyvt frá, hvat tað hevði kostað, so tað skuldi verið lætt hjá politiska myndugleikanum at farið í holt við. Hinvegin er tað óivað kortini ein sparing, tá ið samanum kemur. Vit sóu t.d., tá ið korona herjaði, og næmingarnir vóru í smærri bólkum, at hetta kom væl við hjá nógvum næmingum, og trivnaðurin hjá teimum bleiv munandi betri. Nógvu trivust betur í smærri bólkum, og samstundis vóru fortreytirnar hjá lærarum at røkka einstaka næminginum nógv betri. Stutt sagt var tað gott fyri allar partar, at færri næmingar vóru í hvørjum flokki.

So nú verður spennandi at fylgja við, hvørja politiska viðgerð hetta valaarbeiðið hjá arbeiðsbólkinum fer at fáa. Øll hoyrdu jú undan løgtingsvalinum, hvussu týdningarmiklan valevnini mettu fólkaskúlan at vera. Viðhvørt vuksu trøini næstan inn í himmalin, freistaðist ein at hugsa. Nú hava politikarar í øllum førum eitt gott útgangsstøði at viðgera bæði fólkaskúlan og fólkaskúlalógina. Tað hevur fólkaskúlin eisini uppiborið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni