Tíðindi/Greinar

16.08.2022

20 næmingar í flokkunum – ja takk!

At hava ætlanir og góðan vilja er altíð gott, men at føra tað út í lívið er sjálvsagt nakað heilt annað. Men øvut, uttan ætlanir hendir so einki. So latið okkum nú geva bólkinum og landsstýrismanninum arbeiðsnáðir. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í Skúlablaðnum herfyri og í øðrum miðlum við kom landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana, við nærmast kollveltandi úttalilsum um fólkaskúlan í framtíðini. Hann hevur nevniliga sett arbeiðsbólk fyrst í árinum, sum skal gera tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, og sum hoyrist eru tey komin væl áleiðis í arbeiðinum. Politiskur fylgibólkur úr øllum flokkum er eisini settur í hesum sambandi.

Og tað er ikki hissini ætlanir landsstýrismanðurin hevur. Í fyrstu syftu viðger arbeiðsbólkurin tíma- og lærugreinabýtið, floksstødd, undirvísingartímatalið í einstøku flokkunum og býtið millum hugvísindaligu- og náttúruvísindaligu lærugreinarnar og handaverk og list, umframt at trivnaður eisini er umrøddur bæði í sambandi við floksstødd, at skapa tær góðu relatiónirnar í flokkinum og ein fjølbroyttan skúladag við ymsum virksemi.

Í sjálvum sær sera áhugavert og slóðbrótandi. Ja, beinleiðis søtir og spennandi tónar í okkara oyrum. Tí nógv av hesum hava vit í felagnum eftirlýst og havt ynski um í nógv ár. 

Øll hesi viðurskiftini eru grundleggjandi og heilt avgerandi hornasteinar í fólkaskúlanum. Ja, alstórar broytingar, um alt verður gjøgnumført. Men júst tí loyvi eg mær eisini at ivast í, um hetta ikki í meira og minni mun eru fuglar á tekjuni, sum verða truplir at føra út í lívið. At hava ætlanir og góðan vilja er altíð gott, men at føra tað út í lívið er sjálvsagt nakað heilt annað. Men øvut, uttan ætlanir hendir so einki. So latið okkum nú geva bólkinum og landsstýrismanninum arbeiðsnáðir. Vónani koma tey fram til spennandi og brúkiligar niðurstøður, sum kunnu bøta og dagføra okkara skúla. Tí eingin ivi er um, at evnini, ið bólkurin fæst við, eru bæði viðkomandi og átrokandi. Og at ábøtur eru kærkomnar, er eingin ivi um.

Men yvirskipað er setningurin hjá bólkinum ein sera stórur biti, sum valla kann setast í verk skjótt. Í øllum førum ikki alt.   

At eitt nú undirvísingartímatalið er ov høgt, umframt at lærugreinabýtið helst átti at verið dagført, serliga í teimum hægru flokkunum, hava vit vitað leingi. Spurningurin er bara, hvussu alt skal lækka og broytast. Tí kenni eg lærarar og fakbólkar rætt, so vilja teir ikki skerja júst sítt fak. Tað fær fakligar fylgir, halda flestir lærarar, umframt at vani bítur best. Men tað nýtist tað ikki altíð av hava, um rætt verður atborið. Men økið er annars so avgerandi og grundleggjandi, at øll viðkomandii fyrilit mugu takast við, og allir avvarðandi partar hoyrast. Hóast hetta kunnu ósemjur skjótt stinga seg upp, tí meiningarnar eru nógvar, ikki minst um lærugreinabýtið.

Annars var seinasta broytingin í tímatalinum í hádeild at leggja tríggjar tímar afturat um vikuna. Tveir í samfelagsfrøði og ein í alis- og evnafrøði. Tað hevur verið við til at stressa næmingarnar meira enn gott er og má ongantíð henda aftur. Tímatalið er alt ov høgt og má lækka heldur enn hækka.

Nakað annað er at fara í holt við at lækka næmingatalið í flokkunum niður í mesta lagi 20. Hetta er eitt nógv einfaldari mál enn hitt og átti at verið nógv lættari at gjøgnumført, hóast tað fer at kosta nakað meira av peningi og krevja heldur fleiri flokshølir. Hetta er eitt gamalt ynski hjá Lærarafelagnum, og vit taka við sjálvandi fult undir við tí. Serliga hevur ov høgt næmingatal í yngru flokkunum stundum ført til eyka avbjóðingar.

Vónandi kemur bólkurin við nógvum góðum og spennandi hugskotum og niðurstøðum, sum vit øll kunnu kjakast út frá. Lærarafelagið hevur lim í bólkinum og fylgir sjálvsagt neyvt arbeiðinum.

Vit ynskja bókinum hepna hond, tí fleiri broytingar eru tiltrongdar og kærkomnar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni