Tíðindi/Greinar

15.01.2024

20 næmingar og tveir lærarar

Atburðurin hjá børnum er broyttur seinastu árini. Hvør orsøkin er, er helst treytað av, hvønn tú spyrt. Skulu vit rúma næmingum, sum ofta koma í truplar støður í fólkaskúlaflokkunum, mugu tað vera tveir lærarar um somu næmingar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Næmingar, sum hava harðligan kropsligan ella málsligan atburð í skúlanum, vísa við sínum atburði oftast á umstøður, sum ikki eru nøktandi hjá næminginum. At umstøðurnar geva rúm fyri ørkymlan hjá næminginum, kann vera so ómetaliga nógv ymiskt. Møguliga er tað fakliga avbjóðingin, ið er trupul. Tað kann eisini vera trivnaðurin í flokssamansetingini. Hevur næmingurin SI-órógv ella er hypermobil/ur, so kann tað vera stólurin, næmingurin situr á, sum ger tíðina í skúlanum trupla. Soleiðis kunnu vit halda fram í nærum tað óendaliga, tí ongin næmingur er eins, og tey uppliva ikki støðurnar eins. Heldur ikki um næmingar at síggja til hava somu avbjóðing.

Tá nógvir næmingar, 24 til 26, eru í flokkinum, og lærarin er einsamallur um undirvísingina, kann tað taka óneyðuga langa tíð at finna røttu orsøkina til mistrivnaðin hjá einstaka næminginum. Tí hóast lærarar eru dugnaligir, so er ógjørligt at eygleiða samspælið millum allar næmingarnar, fylgja við fakligu læringini, hava eyga við, at allir næmingar fáa ta hjálp og tann stuðul, tey hava tørv á, samstundis sum lærarin skal savna seg um ávísan ella ávísar næmingar, sum við harðligum máli ella kropsburði vísa á mistrivnað.

Vilja vit veruliga hava ein skúla, har ein so stórur partur sum møguligt av næmingunum trívist væl, so mugu bæði lærarar og næmingar hava góðar arbeiðsumstøður. Hetta fáa vit við, at hava færri næmingar í flokkunum, samstundis sum vit hava tveir lærarar. Tá hava vit møguleika at steðga teimum óhepnu støðunum, sum stinga seg upp, samstundis sum teir næmingar, ið ikki eru ein partur av einhvørjari støðu, verða undirvístir og hava møguleika fyri góðum arbeiðsumhvørvi. Eru tveir lærarar um næmingahópin í einum flokki, er eisini lættari at fáa eyga á ymisk viðurskifti, sum kunnu vera orsøk til, at næmingur kemur í óhepnar støður.

Atburðurin hjá børnum er broyttur seinastu árini. Hvør orsøkin er, er helst treytað av, hvønn tú spyrt. So tað fari eg at halda meg frá. Skulu vit rúma næmingum, sum ofta koma í truplar støður í fólkaskúlaflokkunum, mugu tað vera tveir lærarar um somu næmingar. Tá hava vit møguleika at fyribyrgja og/ella steðga truplum støðum. Hava ein ella fleiri næmingar tørv á læraranum eina løtu fyri at loysa onkra ósemju ella annað, er møguleiki hjá hinum læraranum at vera saman við “flokkinum”. Hetta ger, at bíðitíðin hjá teimum næmingum, sum ikki eru partur av ósemjuni, hvørvur. Samstundis kenna næmingarnir seg sæddar og virdar og hava soleiðis betri møguleika at trívast. Tí er ongin ivi um, at 20 næmingar í hvørjum flokki við tveimum lærarum er gongda leiðin.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni