Tíðindi/Greinar
19.03.2019
Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, soleiðis er mangan at hoyra. At hetta passar, mugu vit nú sanna. Vit hava nú í eina tíð hoyrt um ætlanirnar at skerja tímatalið í fólkaskúlanum við tveimum tímum í hvørjum árgangi. Hetta er eftir míni fatan als ikki eitt gott hugskot, men tað góða við hesum er, at tað hevur fingið lærarar at taka til orðanna og við góðari orsøk.
Skúlablaðið nr. 1 2019 skrivar m.a. um hetta evnið. Har eru samrøður við lærarar, ið siga sína hugsa um tað at skerja tímatalið, bæði fyri og ímóti. Tað, sum eg helt vera áhugavert í orðaskiftinum, er, at sjálvt um tey ikki eru á einum máli um, hvørt tímatalið skal skerjast ella ikki, so eru tey á einum máli um, at innskúlingin krevur nógv. Hon krevur nógva fyrireiking, og hon krevur dugnaligar lærarar, ið eru væl fyri fakliga. Tað er tíbetur ein farin tíð, har hugsanin var, at øll kunnu undirvísa fyrsta flokki, harra gud, øll duga at lesa og plussa og minusa, so hvussu ringt kann tað vera?
Skalt tú hava dygdargóða undirvísing, so er neyðugt við góðum møguleikum at fyrireiking tína undirvísing. Í dag eru tað alt fleiri, ið velja eina deild burturav, sum tey so gerast serfrøðingar í. Ein partur av hesi avgerð er, at man arbeiðir nógv saman við ávísum lærarum, sum man kennir væl, og sum man kann sparra við. Henda sparring kemur ikki sum ein natúrligur partur av fyrireikingini, hon má tilvitað veljast til, tí lærarar, ið undirvísa grunddeildini, undirvísa nógvar tímar, so orkan er sum oftast við at ganga undan, tá ið dagurin er liðin.
Skúlablaðið nevnir eisini, at dupultlæraraskipanin ikki kemur øllum næmingum til góðar, og tað er harmiligt. Dupultlærararskipanin eigur at koma nógv fleiri næmingum til góðar, um so var, so høvdu vit fangað enn fleiri næmingum, ið hildu lesing og roking vera eina avbjóðing. Hetta hevði samstundis gjørt tað møguligt at havt bæði rørslu og handaliga undirvísing, sum ein fastan og natúrligan tátt í gerandisdegnum.
Vit ynskja øll, at fólkaskúlin skal vera góður, men tað skal tíverri helst gerast við so fáum krónum sum gjørligt. Hugsanin er ikki, at vit fáa ein góðan fólkaskúla, við at spyrja tey, ið kenna hann best, ella við at økja um granskingina.
Tíðin er komin, har man leggur eina ætlan fyri, hvat man ynskir við fólkaskúlanum, eina ætlan, har man ikki einans hyggur at fíggjarætlan, men eisini inndregur tey, ið vita best, umframt at man grundar sínar avgerðir á gransking, bæði føroyska og útlendska.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan