Tíðindi/Greinar

19.05.2016

Álitisfólkini kunnu vit líta á

Limirnir í Føroya Lærarafelag eru bulurin í felagnum. Og Lærarafelagið virkar fyri góðum arbeiðsumstøðum hjá einstaku liminum í felagnum. Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

Ein týðandi liður í arbeiðinum at  tryggja umstøður og rættindi hjá limunum eru tey 31 álitisfólkini, ið eru vald á skúlum og stovnum kring landið. Álitisfólkið er á staðnum og kennir umstøðunum á sínum arbeiðsplássi.

Álitisfólkini hava rætt til tveir dagar um árið til yrkisfelagsvirksemi. Ein av hesum døgunum var hósdagin 12. mai. Tá hittust nevndin í Føroya Lærarafelag, álitisfólkini og løgfrøðiligi ráðgevin hjá felagnum, Poul Nolsøe, til ein arbeiðsdag í Nólsoy. Jan Villemoes var við á degnum fyri at leiða arbeiðið. Ætlanin hjá nevndini við hesum degnum var at viðgera dagliga leiklutin sum álitisfólk, umframt at møta einstøku álitisfólkunum.

Karmarnir um leiklutin sum álitisfólk eru lýstir í avtaluni um álitisfólk. Har stendur millum annað at álitisfólkið skal:

verða talsmaður limanna,
tryggja at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum og
syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum hjá limunum.

Men hvussu kann álitisfólkið virka innan hesar karmar í dagliga arbeiðinum? Tað var við hesum ivamálunum fyri eygað, at nevndin skipaði hendan arbeiðsdagin.

Á arbeiðsdegnum vístu fleiri álitisfólk á, at tey ikki kendu seg væl ílatin at røkja dagliga leiklutin sum álitisfólk. Álitisfólkini vístu á fleiri uppgávur, ið tey høvdu rent seg í og verið í iva um, hvat var rætt at gera. Lærarafelagið var lætt at fáa fatur á til ráðgeving, men tey høvdu ynskt at havt fleiri amboð sjálv. Ein part av degnum høvdu álitisfólkini møguleika at tosa saman í bólkum. Fleiri álitisfólk førdu fram, at hetta prátið hjálpti teimum í leiklutinum sum álitisfólk. Nú tey kendu onnur álitisfólk betur og umstøðurnar hjá teimum, kendu tey seg betur fyrireikað til dagliga leiklutin sum álitisfólk. Tey kendu onnur í líknandi støðu, ið tey eisini kundu venda sær til, um tey vóru í iva. Hesi sambond og vitanardeilingin millum álitisfólk ætla vit í nevndini at arbeiða fyri.

Hetta var aðru ferð, at eg sum nevndarlimur havi møtt álitisfólkunum. Og so stóð eg eisini eftir á keilini, tá ið “Sildberin” fór um fjørðin, og tað longdi eisini prátið 45 minuttir. Eg kann siga frá degnum og prátunum, at vit eiga eldhugað álitisfólk, ið eru áhugað í fakfelagsviðurskiftum og sum avgjørt tykjast álítandi.

Álitisfólkið er álitið á staðnum, og nevndin í Føroya Lærarafelag fer framhaldandi at arbeiða fyri at lata tey í til dagligu uppgávuna sum álitisfólk. Men um álitisfólkaskipanin skal tæna limunum, so er tað av stórum týdningi, at álitisfólkið verður væl móttikið av øllum pørtum, og at álitisfólkið er álítandi.

Les meira um álitisfólkaskipanina:
http://lararafelag.fo/%C3%81litisf%C3%B3lk.aspx?ID=797


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan