Tíðindi/Greinar

05.12.2023

Álitisfólkini eru tryggleikin hjá okkum øllum

Fyri leiðslurnar er tað ein fongur at hava eitt álitisfólk. Tað kann viðhvørt tykjast trupult at fylgja við øllum viðurskiftum, sum henda á ”gólvinum,” tá ein situr í leiðsluni. Men álitisfólkið er á ”gólvinum” og veit, hvat rørir seg ímillum lærarar. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Er lærari í starvi, sum ikki er limur í Føroya Lærarafelag, so hevur álitisfólkið ikki skyldu at veita hjálp og vegleiðing til henda læraran. Tí er tað samstundis týdningarmikið, at lærarar eru limir, tí tað gagnar teimum, um tað hendir, at onkur ósemja ella avbjóðing skuldi tikið seg upp, har mann hevur tørv á vegleiðing og hjálp frá álitisfólki. Lærarin hevur heldur ikki rætt til, at álitisfólkið er hjásiti á fundi t.d. ímillum lærara og leiðslu ella aðrar partar.

Men hvør er uppgávan hjá álitisfólkinum? Í avtaluni um álitisfólkaskipanina síggja vit, hvør uppgávan hjá álitisfólkinum er, og hvør kann gerast álitisfólk. Allir limir Føroya Lærarafelags, sum hava verið í starvi í tvey ár, kunnu stilla upp til álitisfólkavalið. Valskeiðið er í tvey ár, og valið skal fara fram í mars mánaði.

Uppgávan er lýst, og sum dømi síggja vit, at álitisfólkini skulu fylgja við, so lógir, sáttmálar og avtalur hjá Føroya Lærarafelag verða hildnar. Álitisfólkið skal eisini vera talsmaður limanna. Hetta skal skiljast soleiðis, at álitisfólkið er longdi armurin ímillum lærarar og leiðslu og ímillum lærarar og Lærarafelagið.

Hevur lærarin, sum er limur í Føroya Lærarafelag, onkrar avbjóðingar á arbeiðsplássinum, so skal álitisfólkið leggja hesar avbjóðingarnar fram fyri leiðsluni, um tað er, at lærarin ynskir hetta. Álitisfólkið skal eisini verða hjásiti, um tørvur er á hesum. Hetta er fyri at tryggja, at fundurin fer virðiliga fram.

Fyri leiðslurnar er tað ein fongur at hava eitt álitisfólk. Tað kann viðhvørt tykjast trupult at fylgja við øllum viðurskiftum, sum henda á ”gólvinum,” tá ein situr í leiðsluni. Men álitisfólkið er á ”gólvinum” og veit, hvat rørir seg ímillum lærarar. Tá er álitisfólkið gott í ráðum og væl vitandi um, hvat kann gerast øðrvísi, og hvat riggar. Álitisfólkið er ein tryggleiki hjá felagnum, nevndini, leiðsluni og limunum.

Nevndin hittir javnan álitisfólk. Í minsta lagi tvær ferðir um árið hittast álitisfólk, nevnd og starvsfólk hjá Lærarafelagnum. Tá verður prátað um tað, ið rørir seg úti í ymsu økjunum.

23. novembur varð álitisfólkaskeið hildið. Tá fingu álitisfólkini kunning um ymiskt. Betri Pensjón tók lut og greiddi frá tryggingunum, sum vit hava. Á aðalfundinum í 2023 varð heitt á nevndina at kanna møguleikan at dagføra tryggingarnar. Álitisfólkið hevur nú møguleikan at greiða limunum runt um landið frá tí, ið varð lagt fram og teimum ætlaðu dagføringunum, so limir eru væl ílatnir til aðalfundin í 2024, tá avgerð skal takast um dagføringarnar.

Umframt framløgur, so varð eisini prátað um ymiskt, sum rørir seg á lærarastovunum. Tað er eingin loyna, at tað, sum fyllir mest í løtuni, eru sáttmálasamráðingarnar, sum hava verið í gongd í rúma tíð. Fyri okkum í nevndini er tað gott at hoyra, hvat lærarar halda, ynskja og hugsa, og hetta fáa vit at vita, tá vit hittast á álitisfólkaskeiði.

Vit hittu eisini álitisfólkini, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vóru í verkfalli. Tá varð skipað fyri einum fundi fyri øll fakfeløg, har álitisfólk vórðu boðin til fundar. Hóast stutt skotbrá, so møttu álitisfólkini mannsterk upp. Eftir fundin vórðu tey boðin niðan á skrivstovuna til eitt prát um støðuna, og tað var gott hjá okkum at fáa ráðført okkum við álitisfólkini um, hvussu vit skuldu bera okkum at, tá ið talan er um samhugaverkfall, samráðingar o.a.

Tað er gleðiligt, at vit hava álitisfólk sum eru ábyrgdarfull, sum taka uppgávuna í álvara, og sum eru álítandi, tað hava vit tørv á – takk fyri tað!

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan