Tíðindi/Greinar

15.03.2021

Álitisfólk á Teams

Síðstu vikurnar hevur nevndin í Føroya Lærara havt fundir við álitisfólkini og varaálitisfólkini. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vanliga eru hesir fundir skipaðir á tann hátt, at nevndin fer eina rundferð út í tey ymisku økini at halda fundirnar, men øllum kunnugt er lítið vanligt í tíðini, vit liva í, og tí hava fundirnar í ár verið á Teams. Ikki øll álitisfólkini í senn, men nøkur hvørja ferð eftir skúlastødd.

Á skránni hevur verið sovorðið, sum ofta er skránni til tílíkar fundir. Tosað hevur m.a. verið um eftirløn og tryggingar, og hvussu tær eru settar saman. Viðvíkjandi eftirlønini var árið í fjør nokk so serligt, tí partabrævamarknaðurin varð nógv ávirkaður av koronu, og tað ávirkaði so eisini gongdina í eftirlønaruppsparingini hjá limunum. Tað var gott at fáa skift orð um hesi viðurskifti, soleiðis at myndin vónandi bleiv eitt sindur greiðari.

Ein annar afturvendandi táttur á álitisfólkafundum er virksemisætlanin. Hon er altíð viðkomandi, og tosað var um, hvussu hon kann gerast greiðari og lættari hjá limunum at skilja. Onkuntíð kann tað óivað tykjast eitt sindur turrisligt at práta um virksemisætlanina, men tað prátið er alneyðugt. Virksemisætlanin vísir jú, hvat lærarar verða løntir fyri.

Serliga tveir tættir í virksemisætlanini vórðu tiknir fram hesa ferð, og tað vóru teigarnir um tímar til ráðlegging og tíð til døgurða. Arbeiðstíðaravtalan sigur, at minsta mark fyri tímar til ráðlegging er 50 tímar, so í tí teiginum skal standa í minsta lagi 50. Vónandi væl meiri enn tað. Viðvíkjandi tíð til døgurða skal tað vera soleiðis, at um lærari er bundin á skúlanum fyrrapart og seinnapart, skal hann hava tíð í virksemisætlanina fyri tað. Um tíðin til t.d. ráðlegging  verður skrúvað so langt niður sum gjørligt, merkir tað, at lærarin má undirvísa fleiri tímar.

Á álitisfólkafundum er sjálvandi eisini høvi hjá álitisfólkunum at koma fram við tí, sum tey hava upp á hjartað. Í tí sambandi nevndi onkur, at ein grund til, at allir lærarar ikki seta seg so væl inn í síni eftirlønarviðurskifti, er, at nógvir lærarar rætt og slætt ikki finna tíðina til at gera tað. Gerandisdagurin er so fullur av øllum møguligum uppgávum, at tíðin til at seta seg niður og fara ígjøgnum tílík viðurskifti heilt einfalt ikki er til.

Hetta er eitt álvarsmál og enn eitt dømi um, at krøvini til lærarar eru nógv og kravmikil. Eitt er sjálv undirvísingin, sum sjálvandi er ein stórur og natúrligur partur, men tað kemur so øgiliga nógv afturat. Fundarvirksemi fyllir nógv, viðhvørt ov nógv, og skráseting av øllum handa slagi vindur bara upp á seg. Harafturat eru eisini nógvir næmingar, sum stríðast við ymiskt, og teir skulu sjálvandi eisini fáa ta hjálp teimum tørvar, men tílík mál eru ofta drúgv, tí tekur so langa tíð at fáa neyðuga hjálpina.

Samanumtikið var talan um góðar og áhugaverdar fundir. Nógvir steinar blivu vendir, og vónandi hava álitisfólkini fingið okkurt munagott burturúr, sum tey kunnu brúka  sum álitisfólk.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan