Tíðindi/Greinar

05.07.2023

Vetrarfrí – fyrimunir og vansar

Tað eru avgjørt bæði fyrimunir og vansar við slíkari frítíð. Men vansarnir eru, eftir mínari meting, enn størri. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Um nakrar dagar fáa bæði næmingar og lærarar summarfrí. Næmingarnir týsdagin 20. juni og vit lærarar fríggjadagin 23. juni. Orsøkin til hendan mun, er sum kunnugt, at fyri nøkrum árum síðani bleiv politiskt avgjørt, at lærarar skulu hava 5 ráðleggingardagar burturav um árið. Tríggjar við skúlaárs enda og tveir við byrjan ella øvut. T.v.s., at næmingarnir nú hava 193 skúladagar árliga og lærarar 198. Hesir 5 dagarnir koma stak væl við hjá flestu lærarum, bæði til eftirmeting og ráðlegging til komandi skúlaár. Flestu leiðslur leggja nógv fyri, fyri at hava tímatalvur klárar, áðrenn summarfrítíðina. Í øllum førum tímabýtið, so lættari er at ráðleggja hjá lærarum. At foreldur og avvarðandi kunnu hava avbjóðingar við ansing hesar 5 dagarnar, er so eitt annað mál. 

At øll starvsfólk skúlans, bæði: lærarar, leiðslur, námsfrøðingar, húsavørðar, sjúkrarøktrarfrøðingar, vaskifólk, skrivstovufólk o.o., umframt næmingar sjálvsagt altíð gleða til eina frítíð, tá ið hon nærkast, er einki at siga til. At vit lærarar stundum fáa eitt vinarlig prik um, at vit hava so góð frítíðarviðurskifti, taka vit við einum smíli. Tað kann jú ikki vera øðrvísi. At arbeiða við børnum allan dagin, ofta sera ymisk og í einum sárbærum aldri, verður ongantíð sum eitt nú at hava eitt teldustarv. Teldan er so óendaliga tolin og lítið krevjandi. Henni tørvar ongantíð: nokk av svøvni, frítíð, fara á ves, steðgir hvørjar 45 minuttir, fyri at kunna fylgja við, hjálp at koma burtur úr skulking ella skúlaaftran, matarsteðg, eitt álvars prát um happing, somu frágreiðing minst tríggjar ferðir, so at øll vónandi hava fingið tað við, hava hjálp at skilja sundur, um klandur er, og mangt mangt annað, sum er gerandiskostur í einum hvørjum skúla.

Børn eru so óendaliga samansett og ymiskt, og útgangsstøðið má vera hareftir. Tað er tí, at tað er spennandi og gevandi at vera lærari. Eingin dagur er eins. Men ein fortreyt fyri, at børn trívast og makta øll skúlaárini er, at tey hava nakrar feriur um árið. Fyri nøkrum mánaðum síðani birti landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum kjak, um vit ikki áttu at innført vetrarfrítíð í Føroyum. Eins og í fleiri av okkara grannalondum, eitt nú í Danmark, sum hevur vetrarfrítíð í februar.

Tað eru avgjørt bæði fyrimunir og vansar við slíkari frítíð. Fyrimunirnir eru sjálsagt, at tú fært eitt tiltrongt andarhol í tí gráa og kalda vetrinum. Tíðarskeiðið frá januar til páskafrítíðina er eisini tað longsta tíðarskeiðið í skúlaárinum uttan frítíð og kennist tí ofta drúgt og krevjandi, bæði fyri lærarar og næmingar.

Men vansarnir eru, eftir mínari meting, enn størri. Tað hevur altíð verið so, at flestu næmingar, tá ið frítíð nærkast, hava lyndi til missa nakað av hugsavningarevnunum. Tankarnir eru aðrastaðni og arbeiðslagið og ídnið minkað. Tað er eisini ein sannroynd, at næmingar eru troyttir og ofta heldur illa upplagdir fyrstu dagarnar eftir eina frítíð. Teir skulu vindast í gongd fyrstu dagarnar eftir frítíðina. Eitt fyribrigdi, sum helst allir lærarar kenna til. Tað, sum nýtt er, er, at næmingar í nógv størri mun enn fyrr fara uttanlands, tá ið frítíð er á skránni. Ein túr í frítíðini kemur ikki skúlanum við, men tá ið túrur ofta byrjar 3-4 dagar, áðrenn frítíðin byrjar, og endar 3-4 dagar eftir at skúlin er byrjaður aftur, er tað ein trupulleiki. Og hetta fyribrigdið hevur vundið sera nóg upp á seg seinastu árini.

Eri bangin fyri, at skúlin illa hevði tolt eina vetrarfrítíð, júst tí, at nógvir næmingar høvdu verið burtur væl longri enn frítíðardagarnar. Hetta hevði órógvað nógv, serliga fakligt. Bæði áðrenn og aftan á frítíðina. Hetta hevði helst eisini lagt fíggjarligt trýst á nógvar familjur, tí ein skíðferia í Alpunum er kostnaðarmikil fyri nógv, um eisini skal ferðast um summarið. Ein máti at flúgva bíligari er at fara nakrar dagar avstað, áðrenn frítíðin byrjar og koma aftur nakrar dagar eftir, at frítíð endar. Tí meti eg samanumtikið, at myndugleikarnir skulu hugsa seg sera væl um, áðrenn teir innføra eina møguliga vetrarfrítíð. Slík hevði helst havt ov stórar keðiligar fakligar fylgjur við sær.    

        


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan