Tíðindi/Greinar

24.02.2017

Ung og lívið

Í døgunum 22.-24. februar hava allir 7. floksnæmingar í Tórshavnar Kommunu tríggjar SSP-dagar. Evnið er, eins og yvirsskriftin, Ung og lívið. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

SSP stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi, og hetta tiltak er eitt av úrslitunum av samstarvinum teirra millum.

SSP arbeiðið byrjaði fyri góðum 9-10 árum síðan. MMR hevur staðið fyri útbúgving av lærarum til at røkja hesa uppgávu, sonevndir SSP-lærarar. Hugskotið er helst komið úr Danmark, har slíkt samstarv hevur verið í longri tíð og við góðum fyribyrgjandi úrsliti, tá hugsað verður um kriminalitet, rúsmisnýtslu og happing.

Á flest øllum skúlum er ein SSP-lærari umframt at skúlarnir hava tilfar, sum er lætt at brúka hjá m.a. flokslærarum. Tilfarið er skipað eftir floksstigi.

Mikudagin og hósdagin eru næmingarnir á egnum skúla og arbeiða á ymiskan hátt við evnum, s.s. vinalag, sjálvsálit, mørk, bólkatrýst o.l. Fríggjadagin savnast allir 7. floks næmingar í Gundadali, har tey verða bólkað í ymsar bólkar, sum kappast hvør móti øðrum. Tað, sum eyðkennir allar kappingarnar, er, at samstarvið í bólkunum er í hásæt,i og at øll hava so at siga somu fortreytir fyri at kunna vinna, eisini næmingar, sum ikki vanliga eru góðir innan ítróttarkappingar.

Árini frammanundan hava dagarnir endað við eini veitslu í rúsfríum umhvørvi fríggjakvøldið. Av tí at ringt var at fáa egnað høli fríggjakvøldið 24. feb, so byrjaði tiltakið við eini veitslu leygarkvøldið 18. februar. Allir 7. floks næmingar vóru bodnir til veitslu í rúsfríum umhvørvi í Reinsarínum frá kl 19.30 til midnátt.  Áðrenn veitsluna høvdu næmingarnir møguleika at síggja tveir av føroysku filmunum, sum vóru við í Filmsfestivalinum. Hesir filmar vóru sýndir á stórskyígja við “trappuna” í Vágsbotn, og næmingarnir fingu eisini pitsu afturvið. Tórshavnar Kommuna rindaði kostnaðin, so ikki kann sigast annað enn, at tey stuðla tiltøkum, sum eru góð og mennandi fyri ungdómin.

Ígjøgnum hesar tríggjar dagar fara tey ungu at nema við evnir, sum eru viðkomandi: samstarv, álit, virðiligt samband við onnur, seta mørk, tora at siga nei, bólkatrýst, rúsdrekka og onnur rúsevnir. Tey fáa bæði ástøðiliga vitan um evnini og praktiska: tosa saman, arbeiða í størri og smærri bólkum, bæði innan- og uttandura.

Í fjør var eg flokslærari í einum 7. flokki. Tað er gott og gleðiligt at uppliva slíkt tiltak, sum jú er við til at menna næmingarnar til at gerast enn meiri ábyrgdarfullar og vælgrundaðar ungar borgarar. Næmingarnir vóru fegnir um tiltakið. Haldi tí á við hesum :)


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan