Tíðindi/Greinar

07.06.2016

Undirvísingartilfar eigur at verða raðfest nógv hægri!

Fyri meg sum føroysktlærara er tað eitt sindur hugstoytt at síggja, hvussu vit lærarar í Føroyum eru við skerdan lut. Játtanin til skúlabókaútgávur er so skerd, at tað røkkur illa til lærugreinir, ið vit hava á tímatalvuni. Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Eg havi júst verið og vitjað á orðblindainstituttinum í Ballerup. Eg hevði eina væntan um, at har var nógv tøkni at síggja, bæði í stovunum og hjá næmingunum, men sum eitt stórt yvirraskilsi var tað ikki so.

Harafturímóti var nógv ymiskt bókligt tilfar, sum eisini varð brúkt saman við tøknini. Ein lærari í Danmark hevur fleiri ymiskar bókarøðir at velja ímillum. Hvør bókarøð hevur fleiri inndeilingar í stig, ella eru bóklingar, ið eru avmarkaður til eitt ávíst evni, t.d. byrjanarljóð.

Fyri meg sum føroysktlærara er tað eitt sindur hugstoytt at síggja, hvussu vit lærarar í Føroyum eru við skerdan lut. Játtanin til skúlabókaútgávur er so skerd, at tað røkkur illa til lærugreinir, ið vit hava á tímatalvuni. Av somu orsøk verður politikkurin tann, at tá ein nýggja røð kemur út, so verður tann gamla ikki endurnýggjað ella endurprentað. Um vit eru heppin, so verður hon kanska endurprentað eftir fleiri ára steðg, og tá uttan at verða endurskoðað. Hetta er stórt spell, tí nógv av tí gamla tilfarinum er gott, heilt gott, men treingir bert til eina fínpussan. T.d. kunnu vit nevna Blákolluna, ið er ein fín bók, men sum er endurprentað uttan at hava flutt eitt komma. Hví endurprenta uttan at dagføra tilfarið?

Vit mugu gera okkum greitt, at tað er ringt at hava næmingalagaða og fjøllbroytta undirvísing, tá so lítið tilfar er tøkt. Tað ljóðaði einaferð, at vit skuldu hava besta skúlan í heiminum í 2015, men tað er ringt at fáa eygað á. Eg havi starvast í skúlanum síðan 2001, og eg dugi illa at fáa eyga á kvantilopini, ið vit hava gjørt.

Fyri at fáa ein góðan skúla, mugu eisini íløgur gerast í skúlan og starvsfólkið. Her hugsi eg ikki um íløgur, ið tetta tey hol, ið eru, men íløgur, ið veruliga vilja skúlan. Nú er tað heilt vist onkur, ið hugsar, at íløgur eru gjørdar í skúlan, og tey hava rætt í tí. Men tá eg hugsi íløgur, er tað serliga íløgur, ið gera stóran mun í gerandisdegnum hjá lærarum, og tað er tilfar. Allir lærarar hava tilfar í hondunum hvønn dag í ymiskum skapi, so her er tað, at vit skulu gera íløgur.

Tað er ótrúliga týdningarmikið við hollari fakligari vitan, men hon má stuðlast við nógvum góðum fjølbroyttum tilfari. Tíðin er komin, at vit seta alt inn fyri at geva okkara lærarum so nógv at velja í, at teir ongantíð standa fastir, tí teimum væntar tøkt undirvísingartilfar. Her hugsi eg serliga um móðurmálsundirvísing, tí har kann bert upprunatilfar nýtast.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan