Tíðindi/Greinar

01.12.2016

Umráðandi at hava álit á læraranum

Lærarar uppliva, at alt størri vekt verður løgd á, at skúlamyndugleikin skal kunna máta, hvat næmingarnir kunnu fakliga í eini lærugrein í ávísum flokki. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarauppgávan er fjølbroytt og krevjandi. Faklig vitan, samskifti og frálæra eru bara nøkur øki, sum ein lærari má vera sterkur í. Ein vanligan arbeiðsdag á skúlanum skal lærarin taka eina rúgvu av rættiliga ymiskum valum, alt eftir hvør støðan er, ella hvør næmingur talan er um. Ein loysn, sum er vælegnað til Sáru, er neyvan hóskilig fyri Jónatan. Lærarar skulu síggja potentialið hjá hvørjum næmingi, umframt at skula motivera og stuðla teimum. Lærarin má arbeiða soleiðis, at næmingurin fær sum best burtur úr skúlagongdini. Teir mugu velja tann frálæruháttin, sum teir meta er best egnaður. Teir mugu brúka sítt professionella arbeiðsrúm fyri at skapa ta bestu skúlgongdina fyri næmingin, sjálvandi út frá givnum umstøðum.

Tá eg hyggi at londunum rundan um Føroyar, so meti eg, at hetta professionella arbeiðsrúmið er hótt. Serliga í Danmark hava politkarar sett sítt óprofessionella fingramerki á, hvussu lærarin skal skipa sítt arbeiði. Eitt er, at tey ráðandi seta rammur um, hvørjar fakligar- og menniskjaligar førleikar næmingarnir skulu styrkjast í. Eitt annað er, tá farið verður eftir, hvussu tað skal útinnast, tí tá taka teir tað professionella sjálvræðið frá læraranum. Tað verður ikki tikið hædd fyri, hvør lærarin er, hvussu persónsmenskan er. Vit menniskju eru ymisk av lyndi, eins og vit hava ymiska hugsjón bæði politiskt, trúarligt, innan ítrótt o.l. og eisini innan frálæruhættir, hvussu vit eftirmeta, og hvat undirvísingartilfar vit meta vera best egnað í eini frálærustøðu og so framvegis.

Lærarar uppliva, at alt størri vekt verður løgd á, at skúlamyndugleikin skal kunna máta, hvat næmingarnir kunnu fakliga í eini lærugrein í ávísum flokki. Her hugsi eg m.a. um landsroyndirnar. Hóast polittikararnir eru vælmeinandi og halda, at hetta er við til at fremja eina fakliga menning í skúlanum, so hevur hetta ofta beinleiðis øvuta úrslit: lærarin í ávísari lærugrein í ávísum flokki tilrættarleggur sína frálæru eftir, hvussu royndin er skipað, tvs. at undirvísingin er stirvin, rigid og merkt av eftirliti av næmingum, heldur enn at kveikja teirra hug til sjálvir at kanna, bæði í bókum, á alnetinum, at spyrja fólk, at meta um, at skapa og so framvegis.

Í USA hava politikkararnir lagt stóra vekt á royndir og mátingar. Hetta hevur havt við sær, at skúlaskipanir eru merktar av standardiseringum og einari tankagongd, sum eyðkennir handilslívið. Um næmingarnir í einum skúla ikki megna ávísar fakligar málsetningar, kunnu skúlarnir niðurleggjast. Hesin hugburðurin byggir ikki á alit á læraran. Virðingin fyri einstaklingin sæst ikki aftur, ei heldur leggur hann upp til at síggja potentialið í hvørjum einstaka. Tvørtur ímóti, so leggur skipanin upp til, at allir næmingar hava eins førleikar, sum skulu mennast á ein hátt fyri at stimbrast. Alt er roknað út eftir einum frymli, sum vísir, hvat er mest lønsamt. Ikki serstakt menniskjaligt, minnir mest um hugburðin í Kina undir kollveltingini.

Haraftur ímóti er støðan øðvísi í Finnlandi, sum hevur eina skúlaskipan, sum onnur lond síggja upp til. Her klára næmingarnir seg væl fakliga, fáa góð met til próvtøkuna. Her njóta lærarar og skúlaleiðarar ágóðan av, at myndugleikin eins og næmingurin/foreldrini hava álit á teimum. Her finst eisini tann siðvenjan at stimbra menningina av einum samansettum menniskja og ikki einans at meta um tað gjøgnum royndir av teirra fakligu førleikum. Lærarin ger sjálvur av, hvussu hann eftirmetir næmingin, og ger sjálvur tær royndir, hann metir eru egnaðar. Lærarin hevur sítt professionella frælsi at gera av um hvat og hvussu, tá hann leggur undirvísingina til rættis.

Hvussu ynskja vit, at okkara skúlaskipan skal vera?

Omanfyri nevndu dømi kunnu geva okkum íblástur. Mær dámar væl hugburðin í Finnlandi, men talan er um finskan hugburð, sum er grundaður í finskari mentan. Tískil ber ikki til beinleiðis at kopiera teirra skúlabygnað. Tó so, áhugavert er tað, at lærarastarvið er høgt í metum eins og álitið á honum er stórt.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan