Tíðindi/Greinar

21-11-2022

Um skúlin hevði størri játtan, so kundi samfelagið spart tá avtornar

Um lærarin hevur tíð til næmingin, bæði til undirvísing og at síggja einstaka barnið, so er ikki óvist, at landið tá avtornar kundi spart ikki sørt av peningi til psykiatriska viðgerð og annað hjá hesum somu næmingum, sum hava eina trupla skúlagongd. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

Seinastu tíðina hava vit hoyrt, at talið av næmingum við skúlanoktan økist, samstundis sum alt fleiri næmingar dragast við tunglyndi ella hava aðra sálarkvøl. Hetta er tekin um, at okkurt eigur at verða gjørt øðrvísi, tí børnini trívast ikki í tann mun, vit ynskja. Tey tykjast strongd, hava angist, gerast tunglynt og annað.

Vit hoyra aftur og aftur, at skúladagurin hjá okkara børnum er ov langur. Um vit hugsa um námsætlanir, royndir og annað, so loyvi eg mær at ivast í, um tað munnu finnast lærarar, ið halda seg hava ov nógvar tímar til sítt fak. Sjálv haldi eg altíð, at eg kundi brúkt á leið tað dupulta. Um eg hugsi um, hvussu nógva tíð lærarin hevur til einstaka næmingin, so stendur illa til, tá flokkarnir eru stórir. Tað er onki nýtt undir sólini, at vit mennast saman við øðrum. Tað at samskifta, kanna, gera royndir og annað í felag skapar trivnað. Men tað er nærum ógjørligt hjá einum lærara at síggja, samskifta og stuðla einstaka næminginum, tá lærarin hevur 26 og nú stundum 27 næmingar í flokkinum. Hetta er góður hálvur annar minuttur til hvønn næming, og tá er tíð til telduskipanir og kervi ikki tikið frá. Um næmingurin er í flokki við 25 floksfeløgum 8 undirvísingartímar um dagin, so er hetta 12 til 14 minuttir um dagin. Sjálvandi tykist skúladagurin langur, tá lærarin bara hevur tíð til barnið 6 minuttir fyrrapart og 6 minuttir seinnapart, fyri ikki at tala um, hvussu trupult tað er hjá lærarum at arbeiða við verkstovum, undirvísa úti í náttúruni og øðrum, tá næmingatalið er ov høgt.

Um lærarin hevur tíð til næmingin, bæði til undirvísing og at síggja einstaka barnið, so er ikki óvist, at landið tá avtornar kundi spart ikki sørt av peningi til psykiatriska viðgerð og annað hjá hesum somu næmingum, sum hava eina trupla skúlagongd, orsakað av at tíðin til næmingin er alt ov lítil. Ikki munnu tað vera nógvir politikarar, ið halda hetta vera eina góða loysn. Vónandi verður okkurt munagott gjørt við skúlajáttanina, nú vit hava løgtingsval og nýtt samsonguskjal skal skrivast.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan