Tíðindi/Greinar

04.10.2016

Tímajáttanin til skúlan aftur skerd

Tað kann ikki talast nóg oftani og harðliga at avgerðini hjá MMR um at minka talið á innlatingum hjá framhaldsskúlanæmingum. Námsfrøðiliga grundgevingin at lata inn uppgávur eigur at viga meir, enn sparingin í tíma játtanini. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Sum áður skrivað her á heimasíðuni, so er tímajáttanin til fakini støddfrøði, føroyskt, danskt og enskt minkað í ár í mun til undanfarin ár. Hendan minkingin skyldast, at næmingarnir í framhaldsflokkunum skulu lata inn munandi færri avrik í nevndu fakum http://www.lararafelag.fo/fo-FO/Enn-eitt-spariátak--nú-talið-av-innlatingum-í-framhaldsdeildini-er-skert-1.aspx  

Á tímatalvuni hjá framhaldsflokkunum sæst henda minkingin ikki, men tíðin til at rætta avrikini er minkað. Næmingarnir fara at merkja hetta á tann hátt, at frálæran innan mállæru og støddfrøði verður á meiri yvirskipaðum plani, tí beinleiðis afturmeldingin frá læraranum til einstaka næmingin, við ítøkiligari frálæru í, hvussu viðkomandi kann betra seg, er spard munandi burtur. Ein annar viðkomandi spurningur er, hvørt tað er í lagi at minka um talið á skrivligum avrikum, uttan samstundis at minka um støðið/krøvini í teimum skrivligu próvtøkunum. Viðmerkjast skal eisini, at ein onnur avleiðing av at minka um talið á skrivligum avrikum, sæst týðiliga aftur í tímajáttanini til skúlan, har talan kann vera um, at skúlin hevur mist lærarastørv.

Tá talan er um inklusión og hvat skal til, fyri at tað skal hepnast, so er tað av alstórum týdningi, at bæði servitanin og tíðin til at loysa uppgávuna eru til staðar. Tíanverri hava vit fingið ábendingar um, at eisini her er tímajáttanin munandi minni í ár samanborið við, hvussu nógv søkt verður um. Tað er Sernám, sum avger, hvussu nógvar umsóknir verða gingnar á møti, t.v.s. hvussu nógvir tímar verða latnir teimum einstøku skúlunum, og harvið til teir næmingar, sum hava serligan tørv.

Fíggingin av fólkaskúlanum er annars økt ár um ár, men staðfestast kann, at vit lærarar ikki merkja, hvat henda økta játtanin verður brúkt til. Á jú, skúlarnir hava fingið 1 tíma afturat til fakini alis- og evnafrøði og 1 tíma afturat til svimjing (fyri at betra um trygdina). Eg vil tó ikki seta beinleiðis samband millum at “klippa av” einastaðni og leggja afturat aðrastaðni, hóast freistingin at gera tað er stór. Eg velji at halda, at MMR hevur eina námsfrøðiliga grundgeving fyri hesum, uttan at vita, hvør hon er, tí tað er ringt at síggja. Ein freistast til at halda, at talan er um eitt fíggjarligt roknistykki, sum skal ganga upp, heldur enn eitt námsfrøðiligt.

Tað kann ikki talast nóg oftani og harðliga at avgerðini hjá MMR um at minka talið á innlatingum hjá framhaldsskúlanæmingum. Námsfrøðiliga grundgevingin at lata inn uppgávur eigur at viga meir, enn sparingin í tíma játtanini. Og samband má vera millum arbeiðsuppgávurnar hjá lærarum og tíðina, sum er sett av til hetta.

Eg havi hug at samanlíkna sparda peningin við ein løtuvinning, eins og tá ein, sum er kaldur, pissar í buksurnar fyri at gerast heitari. Avleiðingin av hesari sparing fer at vísa seg at vera dýrt keyptur, tíanverri.

Vónandi hækkar tímajáttanin til omanfyri nevndu øki til næsta skúlaárið, so skaðin ikki verður ov stórur.

Føroya Lærarafelag er altíð til reiðar at tosa við okkara arbeiðsgevara út frá einum fakligum sjónarhorni.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan