Tíðindi/Greinar

26.09.2023

Tvílæraraskipanin verður styrkt

Í nýggja álitinum verður mælt til broytingar, sum veruliga kunnu muna, verða tær samtyktar politiskt. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Eitt av tilmælunum í nýggja álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini er at styrkja tvílæraraskipanina. Í løtuni er skipanin tann, at tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki tekur við, tá ið næmingatalið fer upp um 17 næmingar. Tað vil siga, at í nøkrum tímum eru tveir lærarar um flokkin, um næmingatalið er hægri enn 17. Í nýggja álitinum verður mælt til broytingar, sum veruliga kunnu muna, verða tær samtyktar politiskt.

Har verður m.a. mælt til, at eyka tímar verða játtaðir, tá ið næmingatalið er 13-20 næmingar í flokkunum, og at hetta eisini verður galdandi í samanløgdum flokkum. Hetta er í sjálvum sær ein rættiliga stór broyting. Fyri tað fyrsta verður mælt til, at tvílæraraskipan skal vera, tá ið næmingatalið er 13 og ikki 18, sum tað er í løtuni. Her er sostatt talan um ein veruligan bata. Og grundin til, at tað í hesum sambandi verður tosað um eitt næmingatal, sum er 13-20, er, at eitt annað tilmæli í álitinum er, at hægst mark fyri floksstødd er 20 næmingar.

Eisini verður mælt til at víðka tvílæraraskipanina líðandi, so at hon verður galdandi fyri bæði grunddeild og miðdeild. Hetta er eisini eitt átak, sum kann gera góðan mun. Í dag er tvílæraraskipan bara galdandi í 1. og 2. flokki, og givið er, at hevði tvílæraraskipan verið sett í verk í miðdeildini eisini, hevði tað bøtt munandi um umstøðurnar hjá bæði næmingum og lærarum.

Harafturat verður mælt til, at 3. flokkur frá skúlaárinum 2024-25 verður partur av tvílæraraskipanini, sum er galdandi í 1. og 2. árgangi, so at øll grunddeildin er skipað eftir sama leisti. Sostatt verður tvílæraraskipan styrkt munandi longu næsta skúlaár, um politisk undirtøka fæst fyri tí.

Tað verður tí spennandi at fylgja við í heyst, tá ið aðalorðaskifti um fólkaskúlan verður á tingi. Í øllum førum skuldi borið væl til at fingið eitt gott og gevandi orðaskifti, tí við nýggja álitinum er ein góður botnur lagdur. Álitið er ítøkiligt, har tað verður greitt frá, hvat tær ymsu broytingarnar kosta.

Brotið um tvílæraraskipan er bara ein táttur av mongum, men samstundis ein rættiliga týðandi táttur. Fólkaskúlalógin ásetur jú, at støði skal takast í hvørjum einstøkum næmingi, og ein víðkað tvílæraraskipan hevði so avgjørt styrkt tann partin. Tað verður lættari at røkka einstaka næminginum, tá ið tveir lærarar eru um flokkin, og floksstøddin harumframt verður lægri enn í dag.

Sum so ofta er hetta, tá ið samanum kemur, ein spurningur um pengar, og tí má bara bíðast í spenningi eftir, hvussu leikur fer, tá ið tað kemur til skarpskeringar, og politiskar avgerðir skulu takast um okkara góða fólkaskúla.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan