Tíðindi/Greinar

12. desember 2019

Tit lærarar hava tað gott!

Hvussu ofta munnu lærarar ikki hava hoyrt hetta? Og so verður sum oftast eisini skoytt uppí: “Men eg hevði ikki viljað verið lærari.” Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Flestu lærarar munnu bara yppa øksl og lata tað fara aftur við borðinum, men tað liggur tó okkurt áhugavert í hesum útsagnum. Tað er nokk einki at ivast í, at tey flestu, sum siga soleiðis um lærarar, fyrst og fremst hugsa um frítíðina hjá lærarum, t.d. summarfrítíð ella jólafrítíð. Tá ið tað so er sagt, og viðkomandi kanska hugsar seg eitt sindur um og letur tankan um at vera lærari sodna, kemur viðkomandi ofta skjótt til ta niðurstøðu, at hann kortini ikki hevði viljað verið lærari.

So er sjálvandi áhugavert at spyrja hví. Hví er lærarastarvið kortini ikk nakað at tráa eftir hjá nógvum? Tað stutta svarið er, at tað ikki er so sára lætt og einfalt at vera lærari. Sum so mong onnur størv er tað eitt ógvuliga krevjandi starv, men samstundis eisini gevandi. Uppgávan er stór bæði fakliga og menniskjaliga.

Hyggja vit nærri at arbeiðssetninginum hjá lærarum er skjótt at staðfesta, at tað ikki er bara bara. Lærarin skal sjálvandi vera sterkur fakliga og vera stinnur í tí, hann undirvísir í. Hann skal dagføra seg alla tíðina, og tað merkir, at tað, sum einaferð varð lært á læraraskúla, javnan verður endurskoðað og endurnýggjað. Aftur at hesum kemur so tað at fáast við menniskju. At skipa soleiðis fyri, at næmingarnir læra, at leggja undirvísingini til rættis, at vera leiðari í floksstovuni, og eg kundi hildið fram við at nevnt eina rúgvu afturat. At vera lærari er ein øgiliga samansett uppgáva, sum krevur fjølbroyttar eginleikar.

Øll hava eisini eina meining um skúla og lærarar. Øll hava gingið í skúla, og tí er tað í sjálvum sær ikki so løgið, men ert tú lærari, skalt tú vera fyrireikaður uppá, at tú ert samrøðuevni við døgurðaborðið í mongum heimi, í bindiklubbum, í handlum og ikki minst í fjølmiðlunum. Lærarin er støðugt á vágskálini, og tað er bara nakað, hann má venja seg við.

Tí vil eg eisini siga, at lærarin væl og virðliga er verdur hvørja krónu, hann fær í løn. Uppgávan er ómetalig týdningarmikil og skal ikki upp á nakran máta forsmáast. Tað haldi eg ikki, nakar ger. Fer ein lærari av onkrari orsøk úr skúlanum, ber ikki til í eini handavend bara seta onkran inn í staðin fyri. Lærarayrkið krevur læraraførleikar, og tað er júst í hesum, at svarið upp á tað, sum eg byrjaði við, liggur.

Ja, tað er gott at vera lærari, og við fyrsta eygnabrá tykist tað kanska mongum lætt at vera lærari, men sum við øllum lívsins viðurskiftum, er skjótt at koma fram til, at tað ikki bara er ein dansur á rósum, men so sanniliga krevur holla útbúgving og serligar førleikar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan