Tíðindi/Greinar

12.07.2022

Tillagað próvtøka, men fakini vektað ymiskt

Avmarkingarnar kundu verið framdar á betri hátt. Eitt nú lættir tað hvørki um hjá næmingum ella lærarum í føroyskum, donskum ella støddfrøði, at eingin skrivlig próvtøka er í enskum. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í skrivandi løtu eru tað bara tveir dagar, til næmingar í 9. og 10. flokki fáa endaligt prógv. Óansæð hvussu tey, hvør í sínum lagi, hava klárað seg, er tað ein lætti fyri tey øll at vera komin ígjøgnum próvtøkuna, bæði ta skrivligu og ta munnligu.

Men próvtøkan í ár hevur verið øðrvísi enn undanfarin ár. Tí 15. mars kom skriv fra Mentamálaráðnum, undirskrivað av sjálvum landsstýrismanninum, har boðað varð frá, at tillagingar máttu gerast í próvtøkuni í ár vegna tess, at undirvísingin í ár hevur verið so nógv darvað av korunu. Boðini vóru, at í tí skrivliga partinum skuldu bæði 9. og 10. hava eina próvtøku færri. Avgjørt varð so, at enskt bleiv sáldað frá. T.v.s., bara upp í føroyskum, donskum og støddfrøði.

Somuleiðis var eisini ein ávísur niðurskurður í tí munnliga partinum. Heimilað varð skúlunum at lækka vanliga síðutalið/pensumið við í mesta lagi 25 %.

Í sjálvum sær ein skilagóður tanki at avmarka próvtøkuna í ár, tí rætt er. Vit hava verið darvað meira og minni av koronu í ár. Spurningurin er bara, hvussu slíkur niðurskurður verður settur í verk.

Og her haldi eg, at avmarkingarnar kundu verið framdar á ein heldur betri hátt. Eitt nú lættir tað hvørki um hjá næmingum ella lærarum í føroyskum, donskum ella støddfrøði, at eingin skrivlig próvtøka er í enskum. Tvørturímóti var onkur próvtøka ein tann truplasta, eg hava sæð í fleiri ár. Her hugsi eg serliga um próvtøkuna í støddføði. Havi spurt nakrar støddfrøðilærarar, og teir eru púra samdir. Uppgávan var avgjørt í tí truplara endanum, samanborið við aðrar uppgávur seinnu árini. Løgið at hava so truplar uppgávur, tá annars verður tosað um niðurskurð og tillagingar.

Betri hevði helst verið, um niðurskurðurin kom øllum fakunum til góðar. Tað kundi eitt nú verið við at tikið eina ella tvær tær truplastu uppgávurnar í greiðslurokning úr próvtøkuni. Og í føroyskum og donskum kundi ein partur av máluppgávuni verið tikin burturúr. Heldur enn at síggja burtur frá allari tí ensku skrivligu próvtøkuni. Men møguliga hevði hetta verið lættari sagt enn gjørt. Men vert at umhugsa, um líknandi støða kemur fyri eina aðra ferð.

Til tær munnligu próvtøkurnar var tað sjálvandi lættari at føra niðurskurðin út í lívið. Einar 20 síður færri í kendum teksti í mun til onnur ár var sum skilst á leið tað, sum fleiri lærarar høvdu givið upp í eitt nú landafrøði, sum var próvtøkufak í ár í 9. flokki. Tað var í øllum førum tað, ið eg upplivdi sum próvdómari á Løgmannabreyt, og tað riggaða væl.

Nú vit tosa um tillagaða próvtøku vegna tarnaða undirvísing, er vert at hava í huga, at nógvir skúlar kring landið brúka tann møguleikan, sum varð innførdur fyri nøkrum árum síðan, nevniliga tann at taka tveir tímar av tímatalvuna í ávísum fakum. T.d. annan tíman í bæði og søgu og landafrøði. Hetta pressar bæði lærarar og næmingar almikið, men tá hoyrist einki um niðurskurð í próvtøkuni. Ójavnt er býtt. 

 

   


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan