Tíðindi/Greinar

08.12.2023

Talið av børnum, sum hava tørv á serligari umsorgan, økist

Børn, ið standa í kø til psykiatriina, eru børn, ið hava tørv á serligari umsorgan. Tað er ikki at vísa umsorgan at umstøðurnar eru óbroyttar, ímeðan vit bíða. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

Talið av børnum, sum hava tørv á serligari umsorgan, økist

Ímeðan bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina bara veksur, rennur alt samfelagið skjótari, og tí hava vit færri og færri minuttir til børnini, sum dagarnir ganga.

Fólkaskúlin er eisini merktur av, at alt fleiri børn hava ein atburð, sum vísir, at tey ikki trívast í teimum skipanum, tey eru í. Fyri at fáa hjálp til hesi børnini verða tey sett á bíðilista til útgreining hjá barna- og ungdómspsykiatriini. Hóast lærarar í stóran mun vita, hvussu skúladagurin kann skipast, soleiðis at hesir næminar hava munandi betri umstøður at megna skúladagin, og í summum førum kunnu fáa ein góðan skúladag, so verður skúladagurin verandi nærum óbroyttur. Ímeðan bíða vit eftir eini útgreining frá barna- og ungdómpsykiatriini fyri at fáa atgongd til hjálpina.

Børn, ið standa í kø til psykiatriina, eru børn, ið hava tørv á serligari umsorgan. Tað er ikki at vísa umsorgan at umstøðurnar eru óbroyttar, ímeðan vit bíða.

Arbeiðsorkan hjá lærarunum fer frá næminginum til skipanina og pappírsarbeiði. Tá ein lærari hevur næmingar, ið eru á bíðilista hjá barna- og ungdómspsykiatriini, fáa lærarar eina rúgvu av arbeiði við at sita á fundum. Hetta eru fundir við skúlaleiðsluna, førleikastovuna, foreldur og barna- og ungdómspsykiatriina. Aftrat hesum kemur pappírsarbeiðið. Tað eru ymiskar útgreiningar, har lærarin úttalar seg um atferð, læring og trivnað hjá barninum.

Hetta arbeiðið má óivað til fyri at fáa eina so góða fatan av avbjóðingunum hjá barninum, sum til ber. Samstundis tekur hetta av arbeiðstíðini hjá lærarunum, sum heldur áttu at havt tíð at verið um barnið og gjørt tær tillagingar, ið skulu til fyri at tryggja barninum ein so góðan skúladag sum møguligt.

Broytingar í játtanini við at geva skúlum 24% oman á “vanligu” tímajáttanina, heldur enn at játta sertímar til næmingar við serligum tørvi einkultvís, átti at bøtt um umstøðurnar hjá bæði næmingum, lærarum og leiðslum. Hugsanin við hesi broyting var, at tað átti at verið lættari og skjótari at tillagað skúladagin. Avbjóðingin er tó, at tímajáttanin ikki er í samsvari við tørvin. Tí er tað trupult at geva næmingunum skjóta hjálp.

Lærarar vita oftast, hvat skal til fyri at hjálpa hesum børnum. Tó kann sertilboðið í skúlanum laga seg betur til tørvin hjá barninum. Tað eru fleiri hendur um einstaka næmingin, tá hann kemur á serstovu. Har eru færri næmingar og fleiri starvsfólk. Hetta ger tað munandi lættari at tillaga dagin eftir tørvinum hjá einstaka næminginum.

Fleiri næmingar, sum eru í sertilboði, høvdu klárað seg væl í vanligu flokkunum, um undirvísingin kundi verið lagað til tørvin, sum flokkurin hevur, heldur enn at næmingurin skal lagast til arbeiðsorkuna, sum er inni í flokkinum. Eitt nú um tveir lærarar eru í flokkinum, sum arbeiða saman um tær tillagingar, sum skulu til, fyri at næmingarnir trívast. Tá fleiri lærarar eru, ber til at hava fjølbroyttar undirvísingarhættir samstundis. Tað er lættari at hava næmingar, sum arbeiða á ymiskan hátt, um tað er nokk av arbeiðsorku inni í flokkinum. Tað er ofta skipanin við einum lærara til 24 ella 24+ næmingum, sum gevur næmingum avbjóðingar at megna skúladagin.

Næmingar, sum ikki megna skúladagin í einum vanligum flokki, hava tørv á serligari umsorgan, ikki heima, men í skúlatíðini. Skulu vit, sum hava ábyrgd av hesum næmingunum, geva næmingunum ta umsorgan, sum tørvur er á, mugu vit hava umstøður, ið gera tað møguligt. Tá ráðleggingartímarnir fækka, samstundis sum undirvísingartímarnir hækka, gerst tað alt truplari hjá læraranum at laga arbeiðstíðina til soleiðis, at tað gagnar næmingunum.

Sjónarmið í Skúlablað nr 6, 2023, sum júst er komið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan