Tíðindi/Greinar

19.08.2016

STROK – gott føroyskt tilfar til allar næmingar

Við skúlaársbyrjan er fastur táttur, at næmingar verða kunnaðir um frálíka barna- og ungdómsblaðið STROK. Jákup av Skarði, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Í ár fyllir STROK 60 ár og hevur øll hesi árini verið ein góður vinur hjá børnum og ungum. Barnablaðið sum flestu “tilkomnu” kenna, var hugaligt at seta seg við, og stuttligt er eisini at leita aftur í gomlu bløðini.

Strok er gott, prýðiligt og áhugavert blað, ið er ment og broytt nógv, seinastu árini. Blaðið hevur megnað at fylgja tíðini og at tillaga blaðið, so at næmingar í skúlanum í dag eisini taka blaðið til sín.

Greiði teksturin og vøkru myndirnar hugtaka lesaran beinanvegin blaðið er tøkt. Harafturat meti eg, at innihaldið hevur okkurt til allar næmingar. Men skal slíkt dygargott blað prentast 8 ferðir um árið, er alneyðugt at undirtøka er fyri at verða haldari.

Eg haldi tað er óheppið, tá ið næmingar ikki eru haldarar, tí hesir næmingar missa møguleikan at fáa heim við sær gott føroyskt blað, ið er framleitt til børn og ung. Sjálvsagt hevur næmingur møguleikan at læna blaðið úr bókasavninum, men tað er øðrvísi at eiga tað sjálv/-ur.

Alt upplagið hjá STROK verður latið haldarum. Skipanin, at lærarar handa næmingunum bløðini, haldi eg, er góður lutur í samskiftinum millum næming og lærara. Ymiskt er, um borið verður í flokshølini, ella blaðið verður lagt fram í morgunsanginum, men løtan, at lærari tekur okkurt evni fram og “vinklar” til skúladagin og gerandisdagin, haldi eg hevur stóran týdning fyri, hvussu næmingurin tekur innihaldið til sín.

Fyri at grundarlag skal verða fyri blaðnum í slíkari góðsku, krevst sjálvsagt, at haldaratalið er so høgt sum gjørligt. Tí er tað gleðiligt, at systkinaavsláttur er settur inn, so at tað er fíggjarliga gjørligt at lata fleiri systkin verða í skipanini.

At STROK eisini er á internetinum dámar mær væl. Heimasíðan er ment, og hugaligt er at lata næmingarnar leita á tryggum og læruríkum miði. Eg hugsi mær, at heimasíðan kann verða gott agn at kveikja áhuga millum næmingar í framhaldsdeildini at “nerta við” STROK.

Á hesum fyrsta STROK-blaðnum er eisini tilmeldingarseðilin til Bókaklubban, ið hevur dygdarbøkur til børn og ung. Bókaklubbin er býttur í 5 aldursbólkar. Yngstu 4 bólkarnir fáa sendandi 8 bøkur um árið, meðan bólkurin “Ung” fær sendandi 4 bøkur. Hesar bøkur eru 33% bíligari enn í bókahandlunum.

Vitja Strok: http://www.strok.fo/

Les søguna um Strok: http://www.strok.fo/um-strok/soegan

Vitja Bókaklubban: http://www.bokaklubbin.fo/


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan