Tíðindi/Greinar

20.04.2021

Spírandi fólkaskúli

Tað grør um gangandi fót í føroyska fólkaskúlanum. Skúlar kýta seg at veita eitt so gott tilboð sum gjørligt, og tað er ikki bara í teimum siðbundnu lærugreinunum, at næmingar fáa seg royndar. Tí um hugt verður at, hvat hendir í løtuni í skúlunum kring landið, er skjótt at staðfesta, at nógv er á skránni. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit kunnu fyrst leggja leiðina til Fuglafjarðar skúla. Har hava lærarar og næmingar á sangleikabreytini í 10.flokki enn einaferð prógvað sítt virði við einum stórslignum sangleiki, tann 12. í røðini. Hesa ferð er talan um heimskenda “The Lion King”, sum byggir á Disney-filmin frá 1994. Næstan hvørt mansbarn man kenna “Leyvukongin”, sum hann eitur í føroysku týðingini. Her møta vit Simba, Mufasa, Timon og Pumba og fleiri aftur at teimum. Og her hoyra vit eisini allar teir kendu sangirnar, t.d. “Circle of Life” og “Hakuna Matata”, sum heimskendi tónleikarin Elton John hevur gjørt.

So hetta er ikki hissini verk, tey eru farin í holt við í Fuglafirði, men uppgávuna loysa tey so sanniliga til fulnar. Annars er 10. flokkur í Fuglafirði, sum tey nevna E-Nám, eitt samstarv millum skúlarnar í Fuglafirði, á Strondum og við Streymin.

Tað er ikki bara í Fuglafirði, at tey spæla leik, tí í skúlanum við Løkin í Runavík leggja tey í hesum døgum síðstu hond á leikin “The Greatest Showman”. Tað eru næmingar í 10. flokki í Runavíkar og Tofta skúla, sum spæla leikin, ið byggir á filmin við sama navni, sum kom út í 2017. Leikurin er um P. T. Barnum, sum droymir um at gera eitt slag av sirkusi við øllum møguligum serskøltum, sonevnd “Freaks”. Leikurin byggir á veruligar hendingar. Í Runavíkar skúla er hetta arbeiðið skipað á tann hátt, at leikurin er verkætlanin hjá 10. flokki í Runavíkar og Tofta skúla, og tey arbeiða við leikinum í einar 2-3 vikur, og so eru bæði skúlasýningar og almennar sýningar á skránni.

Eisini í Nám X í Havn eru tey virkin. Tveir næmingar úr Nám X vunnu Skúla FM 2021 í íverksetan. Næmingarnir høvdu framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Sum vinnarar av SkúlaFM sluppu hesir báðir næmingar at kappast um Danmarksmeistaraheitið í íverksetan, og teir gjørdu ikki mætari enn at vinna ta kappingina.

Hetta eru bara nøkur fá dømi um tað, sum fyriferst í skúlunum kring landið, og nógv annað kundi verið nevnt. Hetta vísir bara, at vit hava ein livandi og fjølbroyttan fólkaskúla, har næmingar saman við eldhugaðum lærarum veruliga fáa roynt flogið upp á nógvar ymiskar mátar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan