Tíðindi/Greinar

23-03-2022

Skúlin og ferðslutrygd

Má siga, at tað, enn sum áður, er ein fragd at vitja Ráðið við 8. flokkum. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Seinasta fríggjadag hevði Ráðið fyri Ferðslutrygd ársaðalfund í Havn, har flestu avvarðandi partar vóru til staðar, eitt nú umboð fyri løgregluna, kommunur, fútan, tryggingarfeløg, nevnd Ráðsins, dagligi leiðarin í Ráðnum umframt landsstýrismaðurin á økinum, Uni Rasmussen, sum eisini hevði orðið.

Dagligi leiðarin í Ráðnum, ið annars eisini er einasta starvsfólk, Lovisa P. Glerfoss, greiddi frá um virki Ráðsins í undanfarna ári, og eisini hevði nývalda forkvinnan í Ráðnum, Jónhild Rasmussen, orðið. Sum forkvinna avloysti hon Kára Thorteinsson, sum nú legði frá sær eftir 17 ára drúgva tænastu sum formaður. Ársroknskapurin bleiv eisini lagdur fram. Má siga, at tað tykist bæði undrunarvert og hugvekjandi at síggja og hoyra, hvussu virkið og áhaldandi Ráðið er í sínum arbeiði. Hóast sera avmarkaða fíggjaorku, so fáa tey heilt nógv av skafti ferðslutrygdini at frama fyri okkum øll. Framúr arbeiði, má sigast.

Ja, men hevur hetta so nakað við skúlan at gera, kundi ein spurt? Ja, avgjørt.

Í §8 í fólkaskúlalógini vera fýra evni nevnd sum kravd undirvísingarevni. Eitt av hesum er ferðsla.

So vit hava skyldu av røkja hetta økið eisini.

Føroya Lærarafelag hevur, síðani RFF varð stovnað, havt fast umboð í nevndini. Seinastu 4 árini hevur Andrea á Rípuni umboðað okkum. Og eftir sum hon nú legði frá sær, fall tað undirritaða í lut at koma í hennara stað. Fundur er eina ferð um mánaðin í nevndini.

Haldi avgjørt, at vit eiga at virðismeta og gagnnýta hendan nevndarsess so væl vit kunna. Ikki minst, tí hetta beinleiðis hevur við trygdina hjá skúlabørnum og ungdómi at gera.

Hvat ger so RFF fyri at betra um ferðslutrygdina millum børn og ung?

Sum flestu lærarum kunnugt, so hevur Ráðið serliga tvey afturvendandi átøk í skúlunum. Ferðsludagar fyri øllum 8. flokkum og súkkluhjálmar og endurskinsvestar til 1. floksnæmingar. Sum helst tey einastu í heiminum fáa øll børn í Føroyum, sum fara í 1. flokk, hvør sín súkkluhjálm. Eisini fáa teir yngstu næmingarnir, í 1. flokki ella í forskúla, endurskinsvest. Alt er í góðum og tøttum samstarvi við tryggingarfeløgini.

Var annars sjálvur á Ráðnum her fyri við næmingum í 8. flokki til árliga ferðsludagin, eins og eg so mangan fyrr havi verið. Fyrstu ferðsludagarnir, fyri 8. flokkum, fóru av bakkastokki í 1998 og hava verið hildnir at kalla á hvørjum ári síðani. Hesi árini er tiltakið tillagað og dagført, men í høvuðsheitum er yvirskipaða málið tað sama - at læra um vandar í ferðsluni, avleiðingar av avgerðum okkara og tvístøðum um, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja, og hvat er ‘rætta’ reaktiónin, tá skaðin er hendur. Tiltakið er samskipað av Ferðslutrygd og stuðlað av Trygd og Betri Trygging.

Má siga, at tað, enn sum áður, er ein fragd at vitja Ráðið við 8. flokkum. Frásøgufólkini eru minst líka so ágrýtin, spennandi og gevandi at lurta eftir sum fyrsta dagin. Stóra tøkk skulu sjúkraflutningstænastan, løgreglan, koyrilærarar, Hjálmar Dam, leiðsla Ráðsins og ikki minst ferðsluoffur hava fyri tað. Eitt framúr og týdningarmikið arbeiði, tit gera.

Seinnu árini hevur RFF eisini skipað fyri sokallaðum 1-1-2 døgum, har løgreglan, brandstøðin, sjúkraflutningstænastan og Ferðslutrygd møta elstu barnagarðsbørnunum.

Hevur arbeiðið hjá RFF so hjálpt hesi seinastu nógvu árini? Ja, tað hevur tað so avgjørt, tíbetur. Í mun til hini Norðanlondini liggja vit nú lutfalsliga millum tey við fæstum óhappum. Soleiðis var als ikki fyrr. Í 70-unum og 80-unum vóru sera nógvar álvarsligar ferðsluvanlukkur, men nú sær nógv betri út. Fyri aðru ferð í nýggjari tíð doyði ongin í ferðsluni á føroysku vegunum í 2020. Fyrru ferð var í 2018, og tað var ein stórhending, ein varði hjá Ráðnum. Vit skulu heilt aftur til 1967 fyri at finna eitt álmanakkaár, har vit ikki mistu fólk í ferðsluni í Føroyum. Tíverri var aftur ein syndarliga vanlukka í 2021, har ein 12 ára gomul genta doyði í ferðsluni. So arbeiðið hjá RFF steðgar ongantíð.

0-hugsjóin verður altíð galdandi. At eingin skal doyggja og fáa varugt mein í ferðsluni.

Vit í skúlunum eiga sjálvsagt framhaldandi at hava eitt gott og gevandi samstarv við RFF, trygdini hjá øllum okkara næmingum, og okkum øðrum, at frama.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan