Tíðindi/Greinar

5. apríl 2021

Skúlanetið og kt-varðaøkið í komandi tíðum

Fríggjadagin 9/4-21 skipa KT-varðafelagið og Føroya Lærarafelag - í samstarvi við NÁM og UVS - fyri kt-varðadegi fyri bæði limir og aðrar kt-vørðir í fólkaskúlanum.

Broytingar eru fyri framman, nú ætlanir eru um eitt skúlanet fyri alt undirvísingarverkið, harundir fólkaskúlan. Broytingar koma at hava við sær broyttar arbeiðsuppgávur hjá kt-vørðinum, bæði hvørjar arbeiðsuppgávurnar verða og hvør tíð verður at røkja uppgávurnar.

Nevndin í KT-varðafelagnum hevur altíð víst á, at verður talan um broytingar í t.d. røkt, so at røktarparturin hjá kt-vørðinum gerst minni, so eiga hesir tímar sjálvsagt at verða verandi í skúlunum, til at stuðla undir at námsfrøðiligi parturin verður styrktur.

Skráin:

Kl. 09:00 Vælkomin & morgunmatur.

Kl. 09:30 UVS leggur fram um Skúlanet og broytingar, ið eru fyri framman.

Kl. 10:30 Kjak í smb v/ UVS-framløgu.

Kl. 11:15 Framløgur um útbúgvingar og kt-starvið.

Kl. 12:00 Døgurði - sjálvtøkuborð í Bowlinghøllini.

Kl. 13:00 Føroya Lærarafelag leggur fram við fokusi á: “Hvør er støðan, og hvørja leið skulu vit ganga?”

Kl. 14:00 KT-varðafelagið hevur aðalfund.

Kl. 15:00 Takk fyri í dag

Kt-varðadagurin verið á Námi. Vit væntað, at støðan og framtíðar ætlanir fyri kt í fólkaskúlanum verða greiðari á KT-varðadegnum 9. apríl 2021. 

Verið vælkomin at melda til hjá Tórhalli Simonsen, Bjørg Akraberg Poulsen ella Jákupi av Skarði

f. nevndina í KT-varðafelagnum

Jákup av Skarði, formaður

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan