24. juni undirskrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið semju
Í semjuni er ásett, at verandi sáttmáli og høvuðsavtala verða endurnýggjað frá 1. oktober 2019 til tann 1. oktober í 2022. Tann 1. oktober í 2019 hækka mánaðarlønirnar 2,56 %, tann 1. januar 2021 hækka mánaðarlønirnar 2,05 % og tann 1. oktober 2021 hækka mánaðarlønirnar 1,25 %.
Broytingar verða eitt nú gjørdar í flokkingaravtaluni og aðrar dagføringar verða gjørdar, soleiðis sáttmálin, avtalur og lønartalvur eru í mun til hesa semjuna.
Myndir: Carl Eli N. Samuelsen