Tíðindi/Greinar

14.07.2023

Seinasti skúladagur – nógv betri enn fyrr

Tað gleðiliga, sum hent er seinastu árini, er, at dagurin er broyttur heilt nógv til tað betra. Hetta er bæði skúlaleiðslum og ikki minst næmingaráðum fyri at takka. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

At næmingar, enn sum áður, gleða seg og síggja fram til seinasta skúladag, er einki at siga til. Og tað er líka mikið, hvat fyri skúli ella útbúgving talan er um. Tey eru troytt, spent og glað alt í senn, og skal tað sjálvsagt markerast so ella so. Og í fólkaskúlanum er heldur einki undantak í so máta. Ja, mangan byrja næmingarnir í 9. ella 10. flokki eina almenna niðurteljing einar 50 skúladagar áðrenn seinasta skúladag. Hetta ger tað møguliga eitt sindur lættari hjá teimum og gevur helst meira treysti seinastu tíðina. Ikki tí, tey eru als ikki komin á mál seinasta skúladag, tí tá byrjar ein hørð og krevjandi próvtøka. Men tað er nakað heilt annað í hugaheimi næminganna. Tey gleða seg sum smábørn til seinasta skúladag við øllum tí, sum tað inniber. Tað hevur altíð verið ein heilt serligur dagur hjá elstu næmingunum, sum eru við at rigga av í skúlanum.

Men tað stak gleðiliga, sum hent er seinastu árini, er, at dagurin er broyttur heilt nógv til tað betra. Serliga um kvøldið, men eisini um morgunin. Ja, allur dagurin er broyttur til tað betra. Hetta er bæði skúlaleiðslum og ikki minst næmingaráðum fyri at takka.

Tey flestu minnast væl, hvussu standurin ofta var fyrr. Fyri eini 15-20 árum síðani var vanligt, í øllum førum her í høvuðsstaðnum, at næmingar koyrdu í kring, á miðjari nátt, við stórum bussi og vaktu lærarar og tóku teir við til eitthvørt. Tað kundi meira enn so vera skemtiligt.

Seinni broyttist hetta meira til, at næmingar, kvøldið fyri seinasta skúladag, hildu eina størri veitslu, langt út á náttina, í onkrum leigaðum høli, har næmingar ofta meira og minni slógu seg leysar. Uttan iva stuttligt og væleynað fyri nógv. Avbjóðingin var bara tann, at seinasti skúladagur var á skránni nakrar tímar seinni.

Næmingarnir skuldu so varta upp við morgunmati fyri avvarðandi lærarum og næmingum. Til alla lukku vóru tað oftast nakrir skikkiligir næmingar, oftast gentur, sum tóku um endan og fingu tað sum frægast frá hondini, umframt at kasta bomm til tey smærru og okkurt undirhald. Vatnkríggj var oftast hæddarpunktið av undirhaldinum.

Í dag er tað heilt øðrvísi. Ikki tí, okkurt líkist. Bommkastingin, vatnkríggið og bílagdu hettutroyggurnar, til teir ymisku flokkarnar, eru har enn sum áður. Men so er væl alt sagt. Stóri fyrimunurin í dag er, at skúlin og næmingarnir fyrireika dagar neyvt saman, umframt at næmingarnir ikki hava verið í býnum kvøldið fyri. Dagurin til kl. uml. 14 er á leið sum hann plagar við eitt nú ymiskum undirhaldi og fótbóltsdysti millum lærarar og næmingar. Men tað nýggja er, at fleiri og fleiri skúlar hava innført tað, at skúlin um kvøldið bjóðar borðhald við góðum døgurða við undirhaldi og sangi. Á Skúlanum á Fløtum hava vit valt at hava eina flotta gallaveitslu frá kl. 19, har næmingarnir koma í fínasta pussi, bæði gentur og dreingir. Flott trírættað matskrá, stjórin umframt flokslærararnir halda røðu, sangir, húsaorkestrið spælir og Signar í Homrum spældi í ár nøkur løg, umframt at næmingarnir sjálvur hava skipað undirhald. Framúr væleydnað veitsla, sum endaði uml. kl. 11.

Síðani hevði skúlin fingið sett upp tjald niðri við gamla Venjingarskúlan, har veitslan helt fram. Foreldur at næmingum hildu vakt. Dagurin endaði so við stórum felagsbáli niðri í Sandagerði, har flestu næmingar í høvuðsstaðnum, sum skilst, vóru samlaðir. Ein avgjørt væleydnaður dagur, sum næmingarnir eisini vóru væl nøgdir við. At so Kristi himmalsferðardagur var dagin eftir, t.v.s. frídagur gjørdi tað ikki verri.

Nógv var betri fyrr sigst, men ikki alt. Ikki síðsti skúladagur.  

   


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan