Tíðindi/Greinar

18.10.2016

Saman við okkara børnum

Nú er heystfrítíðin farin aftur um bak, og nógv hevur verið at uppliva. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Aftur í ár var møguligt at vitja savnsfagnaðin í høvuðsstaðnum, og uttan fyri Havnina var møguleiki at vitja Eiði og teirra heystfagnað, og tað var uttan iva okkurt, ið eg ikki havi fingið við. Eg var til dømis ikki á eplafestivali á Sandi; tað má bíða til eina aðru ferð.

Hetta er nakað av tí, sum stendur okkum í boði hesa ársins tíð, afturat hesum eru onnur tiltøk, ið eru á skrá aðra tíð av árinum. Tað allarbesta við hesum ymsu tiltøkum er, at tey eru eitt gylt høvi hjá okkum vaksnu, annaðhvørt vit eru foreldur, ommur og abbar ella onnur, at fara ein túr við børnunum, uttan at skula hugsa um, hvat tað ymiska kostar. Nøkur tiltøk eru púra ókeypis, meðan onnur selja t.d. mat, men tað er lætt og hugnaligt at hava matpakka við.

Tað, sum er so einastandandi við hesum tiltøkum er, at tey seta mentan/siðaarv á breddan, blandað við hugna og upplivingum til vaksin og børn. Mann skal ikki fara skeivur og halda, at tað eru bert børnini, ið læra nakað, tí so er ikki. Eg havi í fleiri ár verið til hesi ymsu tiltøkini, og á hvørjum ári havi eg lært nakað, hetta er vorðið ein partur av okkara familju, ein partur, ið vit gleða okkum til á hvørjum ári.

Eykavinningurin við hesum tiltøkum er samveran við okkara børn og ungu. Tey ungu skulu ikki gloymast, sjálv um tað ikki er so nógv ferð á tiltøkunum. Øll, bæði ung og gomul, hava gott av sosialari samveru, har samveran er í hásæti, og samveran eina. Tað, ið eg havi lagt merki til, tá eg havi verið á savnsfagnaði og heystfagnaði er, at foreldur fara við sínum børnum, ella ommur og abbar við sínum ommu- og abbabørnum. Øll eru smílandi, reyðir kinnar av frískari luft og so hugurin at fara á kanningarferð.

Í gerandisdegnum hugsa vit kanska ikki so nógv um hetta, annað enn at tað er hugnaligt, men alt hetta er ein partur av at uppala børn. Børn okkara læra almikið av at vera saman við okkum vaksnu, práta við okkum og síggja, hvussu vit gera. Uppaling er at vera ein fyrimynd, men eisini at greiða okkara børnum frá, hvat er rætt og skeivt. Foreldini eru høvuðsuppalararnir, høvuðs sigi eg, tí børn eru eisini saman við øðrum vaksnum, ið tí eiga ein leiklut í uppalingini.

Gransking vísir, at børn hava so heilt einastandandi gott at vera saman við vaksnum, ikki bert fysiskt til staðar, men at mann samskiftir við tey. Ikki er neyðugt at ”renna” til tey tiltøk, ið eg havi nevnt omanfyri, men bert at vera saman við sínum børnum, ella at gera okkurt saman við teimum. Vísa áhuga fyri tí, ið tey vísa okkum og gleðast saman við teimum. Børnini eru bert til láns, vit mugu minnast til at njóta hvørja løtu.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan